Grannauppgerðin verður endurtikin

Eftir 2-0 tap í Serpugerði í steypakappingini fær Skála í dag møguleikan á heimavølli ímóti Víkingi

Í fyrsta umfari í steypakappingini vann Víkingur á heimavølli ímóti Skála. Tá var talan um heilt greiða yvirvág til heimaliðið. Hóast eina rúgvu av málmøguleikum, so gekk tað striltið at fáa mál. Víkingur vann tó 2-0 ímóti uppflytarunum, og síðsta sunnudag var aftur talan um heimasigur ímóti uppflytara. B68 helt leingi tørn, og aftur ta ferðina gekk tað illa hjá teimum ljósabláu at umseta møguleikar til mál.

Finnur Justinussen hevur nógvu tey seinastu árini verið besti málskjútti í Víkingi. Higartil hevur hann verið sørur í landskappingini. Einasta málið var tað í 2-0 steypasigrinum ímóti Skála:

-Lagið er gott, og at tað eydnaðist at vinna 1-0 ímóti B68 var sera týdningarmikið. Vit halda okkum ikki at hava havt marginalirnar á okkara síðu. Positivt er tað, at vit hava spælt okkum til nógvar málmøguleikar, men sjálvandi harmast vit um, at tað ikki hevur eydnast at skora málini, sum vit hava havt møguleikar at fáa, sigur Finnur Justinussen.

Og hjá tær hevur tað ikki gingið, sum tað plagar?

-Tað er rætt. Liðfelagarnir hava spælt meg leysan fleiri ferðir, men higartil hevur tað ikki eydnast. Eg rokni fult og fast við, at tað fer at gleppa, og tíbetur vísir tað seg ofta, at tá ið tað eydnast, so verður talan um ein stima. Soleiðis vóni eg, at tað eisini fer at verða hesa ferð.

Darvar tað teg, at tað higartil ikki hevur eydnast?

-Tað er ikki frítt, at tú hugsar um tað. Undir venjing gongur tað fínt, og eg havi framvegis álit á, at tað eisini fer at eydnast í landskappingini. Vit ætla okkum trý stig á Skála.

Hjá Víkingi er Dánjal Pauli Lervig framvegis skaddur.

 

 

Tá ið vanliga leiktíðin var farin á Argjum síðsta sunnudag var Skála frammanfyri 1-0. AB javnaði, og fyri Skála kendist tað at vera stórt vónbrot, hóast hetta var fyrsta stigið, sum varð vunnið síðani uppflytingina.

-Tað var um reppið, at vit prógvaðu fyri okkum sjálvum, at tað ber til at vinna í bestu deildini, men tað eydnaðist ikki. Her eru nakrir góðir spælarar. Kanska ikki so nógvir, men teir skulu mennast, og gera teir tað, so fara vit at megna tað, sigur Pætur Dam Jacobsen, ið er veteranur á Skála liðnum, har hann hevur spælt eins nógvar dystir í bestu deildini sum allir hinir tilsaman!

Allir Skála spælararnir eru tøkur at vera við í grannauppgerðini seinnapartin.