Sviar ætla sær ikki at hjálpa sínum donsku grannum at sleppa í hálvfinaluna í EM-hondbólti hjá monnum, og póllendingar ætla sær sanniliga heldur ikki at hjálpa sínum týsku grannum, so teir kunnu koma í hálvfinaluna.
Dystirnir millum hesi liðini verða seinnapartin. Klokkan 15.15 okkara tíð spæla Týskland og Pólland, og vinna týskarar, sleppa teir í hálvfinaluna. Týska liðið er møguliga skert til dystin, tí Holger Glandorf og Pascal Hens dragast við skaða, men tað er ikki vist, at tað er so álvarssamt. Polski venjarin hevur sagt, at teir fara ikki at hjálpa týskarunum.
Danir hava tann fyrimun, at teir vita úrslitið av dystinum millum Týskland og Pólland, tá teir skulu á vøllin ímóti svium. Vinnur Týskland ikki, kann Danmark sleppa í hálvfinaluna við at vinna á svium. Men hóast sviar ikki hava nakra hálvfinalu at spæla fyri, ætla teir sær ikki at hjálpa dønum. Tað sigur vongurin Niklas Edberg (myndin), sum annars spælir við danska AG København.
Tann triði dysturin í bólkinum er eisini ein grannauppgerð. Hon er millum Serbia og Makedonia og byrjar klokkan 19.15. Serbar hava tryggjað sær eitt av hálvfinaluplássunum.
Teir seinastu dystirnir í bólki 2 verða eisini í dag, men úrslitini har hava ongan týdning fyri EM-kappingina, tí úr tí bólkinum eru Spania og Kroatia komin í hálvfinaluna.
Dystirnir í bólkinum eru Frakland-Ísland kl. 15.10, Spania-Slovenia kl. 17.10 og Ungarn-Kroatia kl. 19.10.