Ta fyrstu tíðina helt virkið til í leigaðum hølum í Føroya Banka, men skjótt gjørdist ov trongligt har, og í 1976 vórðu húsini í Niels Winthersgøtu 3 keyps. Á 10 ára degnum í 1978 var starvsfólkatalið komið upp á 12, og tað vaks støðugt, so fyrrapartin í 80-unum vórðu eini hús keypt afturat, har nøkur av starvsfólkunum hildu til. Í februar mánaði í 1976 varð flutt í nýbygd hølir á Glaðsheyggi, og í dag starvast 22 fólk í felagnum.
Tann 1. okt. 1976 varð virkið skipað sum partafelag við navninum Grannskoðarafelagið Carl Vilhelm Weihe. Tá Klaus Rasmussen í 1993 gjørdist meðeigari í felagnum, varð navnið broytt til Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe. Carl Vilhelm Weihe doyði brádliga á sumri í 1995.
Síðani 1990 hevur Grannskoðarafelagið verið við í altjóða samarbeiði við grannskoðanarfyritøkur uttanfyri Føroyar. í 1990 bleiv felagið limur í Intercontinental Accounting Associates (IAA), ið er eitt samarbeiði millum smá og miðalstór grannskoðanarfeløg í nógvum londum. Við altjóða samarbeiði verður ein førur fyri at veita kundum, sum arbeiða tvørtur um landamørk, betri tænastu. Feløgini hava eisini eftirlit við hvørjum øðrum og kanna dygdina av tí arbeiði, sum gjørt verður.
Sum lið í einum miðvísum arbeiði at bøta um dygd og kappingarføri valdi Grannskoðarafelagið í 1994 at taka upp samvinnu við eina av teimum størstu grannskoðanarfyritøkunum í heiminum, Coopers & Lybrand, sum vit hava eina assosieringsavtalu við. Hetta er eitt samarbeið, ið Grannskoðarafelagið hevur havt gagn av, og sum m.a .gevur okkum møguleika at fáa know-how, taka lut í skeiðum og at ráðføra okkum við teirra serfrøðingar innan grannskoðan, skatt, roknskap og vinnulógir. Sum vera man hava vit serliga havt nógv samstarv við Coopers & Lybrand í Danmark.
Nú hevur Coopers og Lybrand lagt saman við eina aðra stóra grannskoðanarfyritøku Price Waterhouse. Henda samanlegging, sum varð kunngjørd í fjør, er gjøgnumførd í 1998.
Tann nýggi felagsskapurin hevur fingið navnið PricewaterhouseCoopers og er størsta grannskoðanarfyritøka í heiminum stendur ast lesa í tíðindabrævinum frá Rasmussen & Weihe.