Granska Parkinsons í Føroyum

Møguliga sambandið millum D vitamin og Parkinsonssjúku í Føroyum verður nú kannað.

Nú verður granskað í sjúkuni Parkinsons í Føroyum.

 

Í nýggjari grein í tíðarritinum Neuroscience Letters, sum er almannakunngjørd á Science Direct, verður greitt frá gransking av møguligum sambandi millum D vitamin stigi og Parkinsonssjúku í Føroyum.

 

Hetta veit heimasíðan hjá Granskinarráðnum at siga.

 

Tað eru Maria Skaalum Petersen, Sára Bech, Debes H. Christiansen, Anna Vibeke Schmedes og Jónrit Halling, sum hava skrivað greinina.

Spurningur hevur verið reistur, um tað kann vera samband millum D vitamin stigið hjá fólki og Parkinssons sjúku.

 

Nakrar kanningar hava víst, at tað møguliga er eitt samband. Í hesi kanningini, sum júst er almannakunngjørd á Science Direct, staðfestu granskararnir, at teir ikki sóu samband millum lág D-vitamin virði og Parkinsons sjúku.

 

Maria Skaalum Petersen hevur granskað í møguligum umhvørvisárinum í sambandi við Parkinsons sjúku síðani 2005. Bæði í ph.d. ritgerð síni og seinni hevur hon kannað møguliga sambandið millum dálkingarevni sum kyksilvur og PCB og Parkinssons sjúku. 

 



Í 2011 fóru Maria Skaalum Petersen og samstarvsfelagar hennara undir at kanna ílegur eisini. Í 2013 fekk hon eina játtan uppá eina millión krónur úr Granskingargrunninum til endamálið.