Granskarapark í Føroyum og SMS í Svínoy?

Bogi Hansen

Í síðstani hevur nógv verið tosað og skrivað um eina granskarapark, grundað á frágreiðing og tilmæli frá eini nevnd, sum Vinnumálaráðið hevði tikið stig til. Aftrat parkini mælir nevndin til at seta 3 granskingarprofessarar, sum skulu granska innan biotøkni. Endamálið er at hjálpa føroyskum vinnufyritøkum at standa seg betri í altjóða kapping. Ein av hesum trimum granskingarprofessarum skal granska í ílegum hjá føroyingum, sum sigast at vera eitt satt gullnám. Eg skal ikki gera so nógv meiri við henda partin; men halda meg til hini bæði granskingarøkini, sum eru biotøkniligir hættir innan ávikavist fiskaaling og matvøruframleiðslu úr fiski.
Tað tykist vera ymiskt, sum fólk halda um, at tað almenna skal fíggja tílíka vinnuvenda gransking; men sjálvur haldi eg hetta vera eitt ógvuliga gott tiltak. Tað tykist mær heilt løgið, at vit ikki longu hava nógv meiri gransking innan hesi øki, sum hava so stóran týdning fyri okkara útflutningsvinnu. Mær vitandi hava øll framkomin lond alment fíggjaða gransking í sambandi við sínar høvuðsvinnur, og Vinnumálaráðið eigur alt rós uppiborið fyri at royna at seta nakað í gongd innan hesi øki.
Tá tað er sagt, má eg tó viðganga, at fleiri viðurskifti í hesum tilmæli tykjast heldur løgin. Nevndin hevur latið eina frágreiðing uppá 32 síður frá sær; og har stendur nógv áhugavert; men hinvegin er eisini nógv, sum ikki verður viðgjørt, og eg sat eftir við nógvum ósvaraðum spurningum:

 Nevnt verður, at "Gentøkniligir hættir í aliskipanum fyri fisk kann geva eina málrættaða og skjótari framgongd....". Hetta er óivað rætt, og eg ivist ikki í, at tað ber til at broyta genini (ílegurnar) í alifiski og at økja framleiðsluna á tann hátt; men ber tað eisini til at selja tann fiskin ? Mær vitandi er matvøra, sum er "Genmodificerað" nakað, sum brúkarin í Vesturheiminum ikki vil vita av. Eg kundi hugsað mær, at bara illgruni um, at Føroyar útflutti "genmodificeraðar" matvørur var nóg mikið til, at seta okkum á svartalista. Tað er løgið, at frágreiðingin yvirhøvur ikki nevnir henda trupulleika.

 Eg hevði eisini nógvar ósvaraðar spurningar um tað granskingarøkið, sum nevndist "Nýtslan av biotøkniligum hættum í samband við matvøruframleiðslu (fiskur og fiskaúrdráttir)". Sum frágreiðingin nevnir, er hetta í veruleikanum eitt ógvuliga breitt øki, sum kann fevna um nógv sløg av tøkni. Tí tykist tað løgið, at frágreiðingin ikki útgreinar, hvat serøki hesin triði granskingar-professarin skal fáast við. Skal hann eisini fáast við ílegugransking sum hinir báðir? Tað kundi kanska verið ein grund til at seta henda granskingarprofessaran saman við hinum báðum heldur enn saman við teimum, sum longu nú granska innan júst biotøkni í sambandi við fisk og fiskaúrdráttir; men so átti frágreiðingin at sagt okkum, hví júst ílegugransking hevur so góðar møguleikar á hesum øki. Eg havi ilt við at síggja tað.

 Í hesum sambandi undrar tað meg eisini, hvaðan nevndin hevur funnið sær sakkunnleika innan hesi øki. Vit mugu minnast, at her er talan um gransking á høgum tøkniligum støði. Alt gott at siga um fólkini, sum hava gjørt frágreiðingina; men mær vitandi hava tey flestu teirra ikki nógvar granskingarroyndir innan hesi øki. Tað eg havi spurt meg fyri, hava tey ikki gjørt nógv við at spyrja sakkøn fólk í Føroyum, og tað sæst heldur einki í frágreiðingini um, at tey skulu hava leitað sær ráðgeving frá útlendskum sakkunnleika.

 Á síðu 28 í frágreiðingini mælir nevndin til at økja íløgur í verandi granskingarumhvørvi, serliga fakøki við tilknýti til biotøkni og bioinformatik; men eingi tøl eru sett á, og hetta er ikki við í høvuðstilmælunum á síðu 6. Eg gangi út frá, at nevndin veit, at verandi gransking á hesum øki hevur ógvuliga trongar fíggjarligar karmar, so ætlanin tykist vera, at vit skulu hava tvey ella fleiri ymisk støð, har fólk sita og granska í tí sama; men politikararnir fara neyvan at økja játtananina til báðar partar. Fylgja teir tilmælinum frá nevndini, verður tað granskaraparkin, sum skal stuðlast heldur enn verandi granskingarumhvørvi, og hetta er ógvuliga løgið, tá tú hugsar um, hvat annað stendur í hesi frágreiðing. Hon endar við nøkrum hugleiðingum, sum leggja dent á, at tað eins og fyri ein urtagarð tekur langa tíð at byggja upp eitt granskingar umhvørvi innan eitthvørt øki; men at tað kann forkomast eftir stuttari tíð. Tað kann neyvan sigast nógv betri, og tí kundi tú kanska væntað, at nevndin skjeyt upp at stuðla verandi granskingarumhvørvi innan biotøkni og at tryggja teimum støðuga fígging. Í staðin mæla tey til at brúka peningin til granskaraparkina, sum sambært definitión er ótrygg. Teir útlendsku granskingarprofessar-arnir skulu sigast upp aftaná 5 ár. So eru teir burturi (um ikki teir eru rýmdir áðrenn), og so eru bara teir føroysku "lærlingarnir" eftir; men teir skulu nú vera sjálvfíggjandi. Tað er jú heila ide-in við eini granskarapark. Og teir skulu vera sjálvfíggjandi hvørt ár. Kemur eitt ár uttan pening frá vinnu ella útlandinum, so hava hesir føroysku granskarar einki at liva av og fara sjálvandi at rýma av landinum. So kunnu vit byrja umaftur. Her eru vit heilt øðrvísi fyri enn onnur lond, sum hava granskaraparkir. Umframt parkirnar hava tey sterk granskingarumhvørvi, sum eru fíggjað av tí almenna og tryggja stabilitet.

Hesir spurningar og fleiri aðrir eru illa lýstir í frágreiðingini og teir mugu útgreinast, áðrenn Løgtingið kann viðgera málið skilagott; men kanska tann størsti spurningurin er eftir: Hvussu skal granskaraparkin fíggjast í framtíðini? Sambært frágreiðingini skal parkin skipast sum eitt alment partafelag samsvarandi leistinum fyri "Vágatunnilin", og frágreiðingin sigur, at aftaná tey fyrstu árini "skal raksturin av granskaraparkini vera sjálvfíggjaður". Hetta ljóðar sera gott, og eg hugsi mær til, at hetta mann vera ein høvuðsgrund til, at so nógvir politikarar og vinnulívsfólk eru so fegin um uppskotið. Men hvaðan skulu hasir pengarnir koma?
Nú er ikki heilt greitt, um sjálvfíggingin eisini skal umfata teir tríggjar granskingarprofessararnar og teirra arbeiði. Um so er, skal granskaraparkin "tjena" 24 milliónir um árið. Rokna vit hinvegin við, at tað almenna fíggjar tær 20 milliónirnar til teir tríggjar, so at bara granskaraparkin sjálv við stjóra og umsiting skal fíggja seg sjálva, so skulu framvegis 4 milliónir finnast hvørt ár. Skal hesin peningur koma frá tí føroyska vinnulívinum? So skal nógv broytast. Var eg vinnulívsmaður og vildi fara í holt við okkurt granskingarprojekt til gagns fyri mítt virki, so hevði eg eisini spurt meg sjálvan, hví eg skuldi økt mínar útreiðslur við teimum eykakostnaðum, sum granskaraparkin krevur: Løn til stjóra, stýri, ráðgeva, 2 skrivstovufólk og umsiting. Hetta eru heilt óneyðugar útreiðslur fyri tey flestu vinnuligu granskingarprojekt, og eg trúgvi lítið uppá, at vinnan í Føroyum fer at hava so nógv yvirskot, at hon hevur ráð at oyðsla við sínum granskingarpeningi.
Tosað verður eisini um fígging uttaneftir; men har er kappingin hørð. Vit, sum hava roynt at fáa útlendskar granskingarpengar hendavegin, vita, at tú mást hava okkurt serligt at bjóða. Tað finnast øki, har Føroyar í so máta eru væl fyri; men hvønn serligan fyrimun hava Føroyar í gransking innan biotøkni í sambandi við matvøruframleiðslu ella djóraheilsu? Fyri tað kann ein dugnaligur granskingar-professari ivaleyst fáa nakað av peningi uttaneftir; men aftur: Hví brúka peningin til at fíggja stjóra og restina av umsitingini á granskaraparkini?
Tað ljóðar so vakurt at hava eina granskarapark, sum í longdini skal fíggja seg sjálva. Hon skal ikki vera til útreiðslu fyri skattaborgararnar; men vera ein vinnufyritøka, sum hvílir í sær sjálvum. Men tann, sum vil seta eina vinnufyritøku á stovn, má fyrst hugsa um marknaðin. Sum dømi kunnu vit taka SMS í Havn. Eg rokni við, at hetta er ein fyritøka, sum ber seg fíggjarliga; men hevði nakar funnið uppá at bygt eitt SMS í Svínoy, t.d. Nei. Tað hevði eingin funnið uppá, tí har er marknaðurin alt ov lítil. Somuleiðis er við granskaraparkum. Tær kunnu kanska vera fíggjarliga sunnar fyritøkur aðrastaðni, har tú hevur ein stóran marknað av fyritøkum og granskarum; men tað hava vit ikki í Føroyum, og frágreiðingin frá nevndini hevur ikki nakað, sum bendir á, at hetta fer at broytast enn um sinn.

Sum eg segði í fyrstani, so hevur Vinnumálaráðið alt rós uppiborið fyri at royna at økja um granskingina innan fiskaaling og betri gagnnýtslu av fiski og fiskaúrdráttum; men tilmælið frá nevndini er ikki eitt haldgott grundarlag til at avgera, hvussu hetta best kann gerast. Í staðin vildi eg skotið upp:

1. Gloym alt um granskarapark í fyrsta umfari. Hon bara økir um tær almennu útreiðslurnar og gevur granskarunum eyka óneyðuga umsiting.

2. Hvat viðvíkur ílegugransking í mannaheilsu og heilivágsframleiðslu: Um Føroyar veruliga eru so væl fyri, og um útlendskar stórfyritøkur veruliga eru so áhugaðar í føroyskum ílegum, sum ført hevur verið fram, so skuldi ikki verið neyðugt hjá Landinum at spýta pening í. Ansið eftir, at alt tílíkt virksemi fer fram undir tryggum lógar og etiskum karmum, og latið so milliónirnar streyma inn í landið. Í øllum førum eigur gransking í mannaílegum ikki at vera brúkt til at stýra, hvørji øki skulu granskast í sambandi við okkara høvuðsvinnur: fiskivinnu og aling.

3. Hvat viðvíkir vinnugransking í biotøkni í sambandi við fisk og aling: Set endiliga pening av bæði til granskarar og hús; men áðrenn tit fara í holt við at brúka teir, so set eina nýggja nevnd, hesa ferð við fólki, sum hava sakkunnleika innan hesi øki. Nøkur fá tílík fólk eru í Føroyum bæði innan vinnu og tað almenna; men neyðugt verður ivaleyst at fáa útlendingar við eisini. Lat hesi fólk meta, hvørji serøki vit kunnu dyrka í Føroyum. Hvar vit hava bestu møguleikarnar til at náa granskingarúrslitum, sum kunnu økja vinnumøguleikarnar í sambandi við matvøruframleiðslu og aling.

4. Tá tað er gjørt, far so í gongd við at seta granskarar, føroyskar ella útlendskar, og far í gongd við at byggja eini hús, sum hóska til tey granskingarøki, tit hava sett ígongd. Um hetta verður ein nýggjur stovnur, ein deild av onkrum verandi stovni, ella okkurt annað, tað kann støða takast til seinni, tá innihaldið er meiri greitt; men í øllum førum má tryggjast, at granskingin innan hesi øki verður samskipað. Tað er burtur úr vón og viti í einum so lítlum landi sum okkara, at granskarar innan sama øki skulu sita spjaddir runt á ymiskum stovnum. Og hetta má gerast við føstum almennum játtanum.

5. Onkur vil ivaleyst siga, at hetta uppskotið ikki hjálpir vinnuni. Eg haldi tvørturímóti. Við tí fáa vit ein stovn, deild, institutt, ella hvat tað nú verður, við alment løntum granskarum innan øki, sum hava týdning fyri okkara vinnulív og við kanningarstovum og útgerð, sum er neyðug. Tá kann vinnan venda sær til teirra við granskingar- og menningarprojektum, og vinnan sleppur undan at rinda tær óneyðugu umsitingarútreiðslurnar til granskaraparkina. Tað ber eisini til at lata ein part av teimum almennu játtanunum til granskararnar vera treytaðar av, at vinnan er við í projektunum. Hetta er vanligt aðrastaðni. Um tað verður hildið vera neyðugt at hava eina serliga umsiting til at skipa samstarvið millum vinnu og granskarar, so hava vit jú longu eitt granskingarráð við stjóra og umsiting. Kunnu tey ikki gera tað ?

6. Skuldi tað so einaferð í framtíðini hent tað gleðiliga, at henda vinnugranskingin hevði ment seg so nógv, at hon kundi gerast sjálvfíggjandi. So kunnu tit fara at hugsa um granskarapark; men tá hevði kanska eisini verið klókari at gjørt sum aðrastaðni: At lata vinnuna og granskararnar sjálvar fíggja parkina heldur enn tað almenna.

Velbastaður 23. August 2005