Granskarar funnið nýggj
fiska-og høgguslokkasløg
Fiskasløg
Ein bólkur av norskum granskarum halda seg nú hava funnið nøkur nýggj fiskasløg og eitt nýtt slag av høgguslokki í dýpinum í Atlantshavinum.
Vísir tað seg, at granskararnir hava funnið fiskasløg, sum ongantíð eru sædd áður, vænta teir at fáa nøvn síni skrivað í søgubøkurnar.
Norsku granskararnir starvast undir sonevnda, Mar-ECO-rannsóknarliðnum.
Herfyri vístu teir fiskasløgini, sum teir hava fingið eftir hesa tveir mánaðar longu rannsóknarferðina.
Granskingarúrslitini skulu eitt nú brúkast í arbeiðnum at verja viðbrekin havumhvørvi.
- Vit eru ógvuliga ovfarnir av tí stóra fjølbroytni av lívi, sum vit sóu á ferðini, sigur rannsóknarleiðarin, Odd Aksel Bergstad.Millum fiskasløgini, teir halda seg hava funnið, er djúphavsfiskurin, lophodolus. Hann er øðrvísi enn aðrir fiskar í hesum bólki, og serliga er tað høvdið, sum hevur eitt annað skap.
Á rannsóknarferðini halda norðmenninir seg eisini hava funnið eitt nýtt slag av høgguslokki, ið hoyrir til bólkin, planctoeuthis.