Alt fleiri fólk viga ov nógv, og alt fleiri fólk gerast alt ov tjúkk. Heldur verandi gongd fram, verður fjórða hvør persónur í heiminum alt ov tjúkkur í 2045.
Ritzau skrivar, at tað kom fram á einari ráðstevnu í Wien nú um dagarnar, har ein granskingarverkætan varð løgd fram. Granskararnir hava greinað tøl hjá Heimsheilsustovninum WHO og hava gjørt eina meting av, hvussu gongdin fer at verða.
Granskarnir hava bólkað fólk eftir aldri og vekt og brúka sonevnda BMI (Body Mass Index), ið er ein samanbering av hædd og vekt, fyri at bólka fólk. Tey, ið hava BMI omanfyri 25, viga ov nógv, og tey, sum fara upp um 30, viga alt ov nógv.
Í løtuni hava 14 prosent av fólkinum í heiminum BMI omanfyri 30, men hetta talið fer at vaksa upp ímóti 25 prosentum næstu trý áratíggjuni.
Ymiskt er, hvussu lond og øki eru fyri. Í USA eru 39 prosent av fólkinum alt ov tjúkk, og hetta tal fer at vaksa til 55 prosent í 2045. Í Stórabretlandi verður roknað við, at talið fer at vaksa frá 32 prosentum og upp í 48 prosent.
Avleiðingin av ovurvektini er heilsutrupulleikar, sum leggja stórt trýst á heilsuverkið. Mest vanligt er typa-2 sukursjúka, og roknað verður við, at í 2045 fer næstan fimti hvør at hava sukursjúku.
– Hesi tøl vísa ta stóru heilsuavbjóðing, sum verðin hevur, sigur Alan Moses, sum er granskari hjá Novo Nordisk, við Ritzau.