Samstarvið ímillum barnaverndartænasturnar, skúlarnar og dagstovnarnar má betrast.
Tað er niðurstøðan av gransking hjá Jóhannesi Miðskarð
Føroyski granskarin skal verja doktararitgerð í Danmark um viðkvom viðurskifti í danska samfelagnum.
- Seinastu nógvu mánaðirnar hevur nógv verið at hoyrt um fleiri barnaverndarmál í Danmark, sum eru illa handfarin,
staðfestir hann.
- Somuleiðis hava tíðindi verið frammi um, at eftir eina kanning í vár, hevur Ankestyrelsen hartað donsku kommunalu barnaverndartænasturnar fyri ov vánaligar arbeiðsgongdir.
Føroyingurin Jóhannes Miðskarð, lærari og cand. pæd., hevur nú skrivað PhD-ritgerð um evnið og í henni hevur hann útvegað nýggj granskingarúrslit á hesum økinum í Danmark.
Jóhannes Miðskarð staðfestir, at tað ikki bert eru feilir at finna í , hvussu donsku barnaverndartænasturnar eru skipaðað.
Hann vísir eisini á, at samstarvið ímillum donsku barnaverndartænasturnar, skúlarnar og dagstovnarnar má betrast.
Somuleiðis vísir Jóhannes Miðskarð á, at lærarar, námsfrøðingar og líknandi starvsfólk hava ov lítið innlit í arbeiðsgongdirnar hjá barnaverndartænastunum.
Jóhannes Miðskarð skal verja hesi granskingarúrslit framman fyri eini trýmannað dómsnevnd í síni PhD-verju tann 31. august klokkan 13 í autoriinum í bygningi nr. 25 á Roskilde Universitet. PhD-verjan verður hildin sum ein opin fyrilestur við móttøku aftaná.
- Øll eru vælkomin, sigur hann.
Í dómsnevndini sita Anne Marie Pahuus, lektari og prodekanur fyri gransking og menning av talentum á Aarhus Universitet, Claire Cameron, professari á Anglia Ruskin University í Cambridge og Betina Dybbroe, lektari og depilsleiðari á Center for Sundhedsfremmeforsking á Roskilde Universitet.
Vegleiðararnir hjá Jóhannesi Miðskarð hava verið Linda Lundgaard Andersen, professari á Roskilde Universitet og Nick Frost, professari á Leeds Metropolitian University.