Vísindavøka: - Uttan eina ætlan eru allir vegir líka rættir at ganga. Ein ætlan má til fyri at skipa gransking, menning og nýskapan betur og hjálpa okkum at granska í teimum evnum, sum geva mest meining fyri okkara tjóð.
Tað sigur Tórheðin Jensen, sum er formaður í nýggja Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan. Ráðið er farið til verka og er í løtuni við at kortleggja alla ta gransking, sum fer fram í Føroyum.
Ongar niðurstøður eru gjørdar enn, men Tórheðin Jensen og hinir ráðslimirnir eru í øllum føri samd um, at gransking, menning og nýskapan verður raðfest ov lítið í Føroyum, og at meiri pengar skulu til fyri at fáa nakað veruliga munagott burturúr.
Høvuðsvinnurnar
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan er sett saman við sjey limum, sum eru valdir eftir persónligum eginleikum og fakligum førleikum. Tilsamans skulu tey umboða vitan um og royndir við gransking, menning og nýskapan, bæði alment og vinnuligt.
Tórheðin Jensen starvast sum marknaðarførings- og umsitingarleiðari á p/f Varðanum og hevur skrivað doktararitgerð um nýskapan í fiski- og alivinnuni. Hann er sannførdur um, at gransking í teimum báðum høvuðsvinnunum, fiski- og alivinnuni, eigur at verða raðfest høgt í Føroyum.
- Vit kunnu granska í so nógvum, men vit eiga at raðfesta tær vinnur, sum vit hava í Føroyum í dag. Gera vit ikki tað, verður eingin framburður, sigur hann.
Í alivinnuni starvast lutfalsliga nógv fólk við høgum útbúgvingum, og vinnan hevur tætt samstarv við granskarar í Noregi og við Fiskaaling.
Í Noregi hava 3% av starvsfólkunum í fiski- og alivinnuni master- ella doktaraheiti. Í Føroyum er talið 1,2% - 3,9% í alivinnuni og 0,7% í fiskivinnuni.
- Fiskivinnan ger munandi minni við gransking. Hon er ein lágtøknivinna, har menningin fer fram stig fyri stig. Í slíkum vinnum verður vanliga minni enn 1% av inntøkunum brúkt til menning og nýskapan. Men eisini fiskivinnan kundi fingið stórt gagn av at verið við í einum granskingarumhvørvi.
- Vit hava til dømis lítið av vøru- og marknaðarmenning í Føroyum. Vit framleiða mest rávørur til onnur, ið gera vørur burtur úr teimum. Vit kundu til dømis havt eitt menningarsamstarv millum fiskivinnu og ferðavinnu, sum er nær tengd at matstovum, sigur Tórheðin Jensen.
Hann heldur eisini, at fiskivinnan átti at havt eitt líknandi samstarv við Havstovuna, sum alivinnan hevur við Fiskaaling.
- Uppgávurnar hjá Havstovuni snúgva seg mest um stovnsmetingar og eftirlit. Ov lítið samstarv er við vinnulívið um gransking. Havstovan hevur eina tøknideild, og har átti samstarv at verið innan til dømis fiskireiðskap. Somuleiðis ger eingin granskingarstovnur nakað við vørumenning, sigur Tórheðin Jensen.
Tað serføroyska
Umframt vinnugranskingina heldur formaðurin í nýggja ráðnum, at føroyska samfelagið eigur at raðfesta gransking í øllum tí, ið er serføroyskt, tað vil siga í evnum, ið viðvíkja okkara máli og mentan. Men dentur eigur eisini at verða lagdur á at granska viðurskifti, sum ikki eru serføroysk, men sum viðvíkja okkara samfelagi.
- Tað kunnu vera nógv ymisk samfelagsviðurskifti. Til dømis skúlin, sum er føroyskur, men er ávirkaður av donskum og øðrum skúlaskipanum. Har eru nógvir spurningar, sum eiga at verða kannaðir og granskaðir. Tað sama er galdandi fyri heilsuverkið, eldrarøkt og nógv annað.
- Tað verður granskað í øllum hesum viðurskiftum aðrastaðni, men vit mugu vita, hvussu tað er í Føroyum. Eitt sindur verður granskað eisini her, men tað er alt ov lítið og ov nógv pettað sundur. Tað nýggja ráðið kann gera eina ætlan fyri, hvussu vit savna og menna granskingina og fáa hana meira út í samfelagið, sigur Tórheðin Jensen.
Meira pengar
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur gjørt eina fyribils kanning, har tey hava spurt føroyskar granskingarstovnar, hvønn tørv teir hava.
- Har kom týðiliga fram, at tað skal meiri peningur til. Tað er tíðarkrevjandi og dýrt at granska, og stjórnarráðini eiga at biðja Løgtingið seta meiri pening av til gransking. Tað er ikki nóg mikið at játta pening til verkætlanir. Granskingarstovnarnir mugu eisini fáa eitt størri rásarúm til dagliga arbeiðið, sigur Tórheðin Jensen.
Í løtuni verður arbeitt við at fáa hagtøl fyri, hvussu nógv føroyska samfelagið brúkar til gransking, menning og nýskapan.
- Vit vita alt ov lítið um hetta, men eingin ivi er tó um, at grannalondini, serliga Noreg, brúka nógv meira pening til gransking, menning og nýskapan, enn vit gera, sigur Tórheðin Jensen.
Tórheðin Jónsveinsson Jensen Føddur 1969 Marknaðarførings- og umsitingarleiðari á p/f Varðanum Doktari í Business and Administration (DBA) frá Henley Business School |