Gransking og nýmenning í Visjón 2015

Bogi Eliasen, cand.scient.po
l

Gransking og nýmenning eru nevnd sum ein av horna?steinunum í Visjón 2015, og hava í mong ár verið tikin fram sum økir, ið mugu raðfestast. Seinastu tvey árini er alsamt meira fokus sett á gransking og nýmenning og eru eisini politiskar ætlanir settar í verk. Eitt nú við ætlanini um at gera ein granskingardepil. Men eisini er kikarin settur á, hvussu nógv fíggjarlig orka skal brúkast til endamálið, um vit skulu upp á eitt norðurlendsk støði. Her valdar stórur ótryggleiki, tí vit vita ikki nágreiniliga hvat verður brúkt í Føroyum, men metingar siga at talan er um eini 0,6% av BTÚ. Málið í Visjón 2015 er 3%. Talan er ikki um, at tað almenna skal fíggja alt, men vónin er at tað privata, ella vinnan, fíggjar helvtina í teirri egnu stremban eftir nýmenning og vinningi. Royndirnar frá grannalondunum vísa, at besta úrslitið er, tá tað privata eisini tekur á seg sín part av uppgávuni.
Verkætlanir
Tað er altavgerðandi, at vit beinanvegin hugsa út um landoddarnar í okkara tráan eftir gransking og nýmenning. Sjálvandi skulu vit taka støðið í okkum sjálvum og leggja dent á okkara styrkir, men vit skulu eisini leggja okkum eftir samstarvi. Gransking og nýmenning er sjálv ímyndin av alheimsgerðini. Tað ræður um at fáa gransking í Føroyum, men eisini at verða partur av størri altjóða verkætlanum og at fáa útlenskt fíggjaðar verkætlanir hendan vegin. Tað er eingin ivi, at royndirnar, at gerast partur av Útbúgvingar og Granskingarsamstarvið hjá ES, er eitt risafet, og nú tað er líkt til at Føroyar kunnu gerast partur av 7 rammuavtaluni fyri gransking, gera vit eitt stórt lop. Vit eiga granskarar á altjóða støði, sum hava havt trupult at sleppa at luttaka í altjóða verkætlanum, tí Føroyar ikki er partur av hesum samstarvi. Sjálvt um hetta er eitt risastig, er talan samstundis um eitt stig, sum krevur miðvíst arbeiði og raðfesting, um vit sum tjóð skulu fáa sum mest burturúr. Og samstundis er eisini neyðugt ikki bert at hyggja eftir møguleikunum í hesum.
Hyggja aðrastaðir
Her eiga vit tilætlað alla tíð?ina eisini at hyggja út um land?odd?arnar. Vit hava t.d. atgongd til norðurlenska og arktiska sam?starvi, sum eisini letur dyr upp. Tað er neyvan av tilvild, at ferðin í Brússel eisini bleiv brúkt til at vitja íslendsku sendi?stovuna, tí júst íslendingar hava seinastu tíggju árini megnað at fingið sera nógv burtur úr gransking. Umframt at leggja seg eftir granskingarsamstarvi í altjóða felagsskapum, er eisini neyðugt miðvíst at finna sær samstarvslond og hava beinleiðis tvílanda samstarv á økjum við felags áhuga. Her ber til at brúka altjóða felagsskapir at skapa sambond, eitt nú eru Russland, Kanada og USA við í Arktiska ráðnum.
Eitt tilætlaður politikkur
Stóra avbjóðingin nú er ein langtíðar tilætlaður granskingar?politikkur, sum ikki verður kast?að??ur fyri borð, tí at meirlutin á Løgtingi skiftir lit. Tilgongdin nú er raðfesting, sum helst skal byggja á eina semju í polit?isku skipanini við bæði gransk?ingarpartin og fíggjarligu aktørarnar, sum helst eisini skulu taka sína ábyrd. Nú er støðan komin at avgerða hvørja gransking vit skulu leggja okkum eftir og hví. Hvat fyri samfelag ynskja vit og hvørjari gransking skulu vit serliga leggja okkum eftir? Øll granskingin skal ikki bindast, men eitt fokus á nøkur kjarnuøkir, sum fast verður hildið um, er alneyðugt fyri at flyta okkum fram millum tey fremstu á einstøku økjunum.
Vinnan
Stóra takið er eisini at sannføra vinnuna, at hon eisini skal átaka sær sín part av granskingini. Málið fyri 2015 er jú, at vinnan fíggjar helvtina av granskini. Í hesum sambandi er føroyski trupulleikin, at okkara fyritøkur eru rættiliga smáar og tí ikki hava somu møguleikar at seta fíggjarliga orku til gransking og nýmenning. Tí skal vinnan helst sjálv finna ein leist, har fyritøkurnar í felag eru við í føroyska granskingarátakinum. Tí eru granskingarumvørvi, sum t.d. hugskotið við gransk?ingarparkini, sum ger tað møgu?ligt at læna hølir og út?gerð og samstundis verða í einum granskingarumhvørvi, uttan at skula gera íløgur í granskingarútgerð. Hetta ein loysn sum fyri føroyska samfelagið sær skilagóð út.
Úrslit av miðvísum arbeiði
Júst støðan, at tað við miðvísum arbeiði sær út til at bera til at gerast partur av granskingar- og útbúgvingarsamstarvinum hjá ES, sum rættiliga nógv ikki ES lond eru partur í, vís?ir alheimsgerðina og møgu?leik?arnar. Tað fæst neyvan meiriluti fyri einum ES limaskapi beint nú, men stórur áhugi er fyri at samstarva við hendan partin av kervinum. Eins og loftferðslupakkin, sum Føroyar gerast partur av, eru hetta dømir um hvussu alheimsgerðin eisini kann verða, nevniliga samstarv á ávísum málsøkjum.Tað hevur leingi verið eitt ynski at sleppa uppí hetta samstarv, og nú sær út til at stórur møguleiki er fyri, at tað fer at eydnast. Men her skulu vit eisini virðismeta týdningin av at hava eina sendistovu á staðnum og at ráðharrar eru við í tilgondini, sum ferðin hjá Løgmanni í apríl til Brússel var og nú hjá Jógvan á lakjuni. Hetta gav politiska tyngd á uttanríkisøkinum og setur aftur fram spurningin um Føroyar eiga at hava ein uttanríkisráðharra.
Grundarsteinar eru
Nú eru grundarsteinar at byggja á. Vit hava uppskot um granskarapark um umskipan av granskingarskipani, so??leið?is at eitt veruligt gransk?ingar?umhvørvi her sær dagsins ljós, og so vónandi at vit gerast partur av ES pakkanum. Nú mangla politisku langtíðasemjurnar millum politisku flokkarnar. Tað liggur á flokkunum at gera ein leist, sum ikki verður sleptur, tí at samgongan broytist, og ein leist sum hevur stuðul frá vinnuni og granskingarumhvørvinum. Tilgongdin, sum nú er neyðug, er felagsstev, har neyðsemjur eru ein partur av spælinum. Júst hesin parturin hevur havt rættiliga høga raðfesting í fyrireikingararbeiðnum hjá Landsstýrinum við Visjón 2015. Tað er lítil ivi um, at politiskur stuðul er til samstarvið við ES. Men tað er ikki nóg mikið, viljin skal eisini vísast í verki.