##med2##
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, heldur, at nógv er komið burtur úr granskingarpengunum úr sjúkrakassagrunninum, sum vóru 30 miljónir krónur í góð sjey ár.
- Tað hevur verið fantastiskt at havt hesar pengar at arbeiða við hesi árini. Nú er sjúkrakassagrunnurin tómur, og vit noyðast at finna nýggjar pengar at arbeiða víðari við.
Hon vísir á, at pengarnir hava flutt Føroyar longur fram á leið, og nú er neyðugt at útvega meira fíggjarliga orku, so vit ikki missa tey framtøk, sum eru gjørd.
- Vit ynskja tískil at finna meira fíggjarliga orku, so vit kunnu vera við til at menna heilsuøkið í Føroyum enn meira. Hetta hevur ógvuliga stóran týdning fyri borgarar í Føroyum - ikki minst í samband við góðar viðgerðir og fyribyrgjandi arbeiði á heilsuøkinum.
Á middegi í dag skifti Árni Gregersen á FM1 orð við stjóran í Granskingarráðnum, og øll samrøðan kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.