Granskingin hevur ikki sitið í smørleypi

   

tórbjørn jacobsen
???????????????

Tveir norðurkoreanskir búskapir, í útbroti, finnast í norðurhøvum. Í teimum báðum donsku hjálondunum Grønlandi og Føroyum. Hvørjar orsøkirnar eru til, at tann almenni parturin í hesum báðum samfeløgum veksur við risafetum, og dynamikkurin dovnar javnsvarandi, eru tað nógvar meiningar um, men eyðsýnt er tað í hvussu er, at í mun til lond, ið vit vanliga samanbera okkum við, verður kroppurin partvíst, meira og minni, hildin á lívið við eftirgjørdum andadrátti, av donsk-um ríkisveitingum.
Vælvitandi tíðindakeldur vildu nú ein dagin vera við, at despotarnir í Pyongyang høvdu sprongt eitt fjall í luftina, táið teir royndarsprongdu eina kjarnorkubumbu. Stórur partur av virðisskapanini í landinum verður nýtt í gransking og menning av hesum alt oyðileggjandi eitri, fyri at eirindaleysu valdsharrarnir framhaldandi skula kunna dusa sær í marglætinum og fyri at verja stikaðu mørkini soleiðsni at fólkið kann tvíhaldast í máttloysinum, svongdini og ideologisku spennitroyggjuni. Hetta er dømi um politiskt stýrda gransking, sum tekur støðið í valdsástøði heldur enn í landsins frama, menning og vælferð.
Granskingin hevur ikki sitið í smørleypi. Í Grønlandi er granskingin eitt eitið, og í Føroyum man tað vera lítið mætari. Onkur hevur eyguni við, um gongulagið á føroysk-um seyði er øðrvísið enn á tí norska ella íslendska, um båtsfirðingar hava nakran sociologiskan skyldskap við egnararnar í skúrðunum á Stongunum og um kvívíkingar og hósvíkingur spæla kryvjass, stýrivolt ella landastrok um kvøldarnar ella teir kanska aka sær ein túr til høvuðsstaðin fyri at uppliva cafémentanina, Kaggan og Platform.
Tað er semja í altjóðasamfelagnum um, at skal vælferðin mennast í einum landi, so er neyðugt at brúkt vera umleið 3% av BTÚ í grundgransking, endamálsgransking og til menningarætlanir. Býtt javnt ímillum almenna og privata partin av samfelagnum. Her verður hildið, at lokomotivið liggur goymt, sum skal forða fyri at vælferðarsamfeløgini fúna og gerast statisk. Soleiðis er skilið ikki í Føroyum. Her hevur politikkurin heldur verið, at ókeypis veitingarnar uttaneftir eru slúsaðar út aftur í umfar í vinnulívinum og hava soleiðis kompenserað fyri ta virðisøking, sum granskingin og menningin annars kundu havt lagt afturat frá tí at tosk-urin verður syftur inn um stokkin haðartil hann verður sendur út til keyparalondini. Úrslitið kenna vit. Tilfeingisvinnan gjørdist ein fella og at kalla ongin menning hevur verið í øðrum vinnugreinum.
Allir føroyingar, eisini alt hitt politiska spektrið, ynskir og ætlar ein sjálvberandi og vaks-andi búskap. Tí er neyðugt, at átøk vera gjørd fyri at vaksa um og samskipa tær játtanir, sum ídag verða lætnar til granskingarendamál.
Gransking í føroyskum máli og bókmentum hevur verið stuðlað, ikki meira enn rímiligt, tá ið hetta er sjálvur botnurin í samfelagnum. Hinvegin hevur stuðulin til vinnugransking og menningarætlanir verið meira smáttfallandi.
Onkursvegna tykist tað, sum at hetta hugtakið ikki rættiliga hevur fingið ljóð í politiska meldrinum. Í mínari tíð í Mentamálastýrinum royndu vit at seta eina samskipan og eina vaksandi játtan á lunn. Allir partar, ið varaðu av, vóru við í arbeiðnum tá ið uppskotið um Granskingargrunnin varð snikkað til. Tíanverri varð tað amputerað í nevndarviðgerðini og kom útaftur í hinum endanum sum eitt neyðaregg. Sum hevur havt alt ov trongar ræsur at virka í síðani. Ein orsøkin var, at tey ymisku ráðini ikki vildu sleppa sínum serstøku játtanum á økinum, inn í ein felagsgrunn. Í valdsterminologiini vildu teir ikki sleppa stýringini, sum teir hildu seg hava ígjøgnum hesar ymsu og smábýttu játtaninar. Bóru kanska ótta fyri, at landsstýrismaðurin í gransking, sum var hin sami sum landsstýrismaðurin í mentamálum, fór at brúka peningin til alt annað enn vinnugransking, sjálvt um upprunauppskotið í stóran mun snúði seg um júst hendan partin av granskingini. Sjálvandi var hesin óttin óviðkomandi, landsstýrismaðurin hevði onki annað at gera við grunnin enn at velja formannin við ávísum millumbilum.
Allar royndir undir seinastu samgongu punkteraðu í hesum glasbrotunum. Samgongan, ið nú situr, sigur seg hava ætlanir um at menna og samskipa granskingina. Tað er niðurfelt í samgonguskjalið. Men higartil er onki annað hent enn tað, at játtaninar eru skerdar, og alt liggur líka so sløtt íkring sum frammanundan. Vit í Tjóðveldisflokkinum hava í tveimum syftum roynt at leggja uppskot fram um at menna granskingina. Av valdspolitiskum orsøkum eru hesar royndirnar eisini punkteraðar. Nú bíða vit í spenningi eftir hvatið fer at koma til sjónar á fíggjarlógini í so máta.
Aðrastaðni hava teir valt at satsa í granskingini tá ið búskapurin er fyri niðurgangandi. Tað man vera ymiskt sum tað hevur hilnast, tó sigst at finnlendingar vóru sera hepnir tá ið teir satsaðu stórt, tá ið teir vóru raktir av kreppu fyri nøkrum árum síðani.
Granskingin er eitt politikøki har ið felagsstev eigur at kunna finnast. Spurningarnir um høgra ella vinstra, loysing ella samband eru ikki forðingin. Hon er eitt jarnbrot, ið øll eiga at lyfta í felag fyri at koma fram ímóti felagsmálinum sum er ein sjálvberandi búskapur.
Játtaninar verða ásettar á landsins fíggjarlóg. Harfyri skula politikkararnir halda fingrarnar burtur frá granskingini og lata hana liva sítt frælsa lív. Annars verður endin tann sami sum hjá Kim Yong Il, tá ið hann spreingir norðurkoreansku fjøllini út í Japanska Havið ella tá ið Kvívíkar Kommuna heitir á Økismenningardepilin um at finna útav um kvívíkingar spæla kryvjass, stýrivolt, ganga á møti ella drekka øl um kvøldarnar og út á náttina.
Eitt gott hugskot hevði verið, at landsstýrið tók gamla og vælhagreidda uppskotið um Granskingargrunnin framaftur. Dagførdi tað. Samskipaði játtaninar í grunninum. Økti um tær. Og tá ið tær politisku Føroyar fara undir at niðurlaga sín norðurkoreanska búskap kundi ein partur av tí realiseraða virðinum verið slúsaður í hendan sama grunn, ið ivaleyst hevði ment seg til eina súlu undir einum framhaldandi vælferðarsamfelagið á fyrstu parkett. Líkamikið um tað verður leyst ella tengt at danska statsmaskinarínum. Líkamikið um Jørgen Niclasen ella Jóannes Eidesgaard, ella fyri tann skuld Høgni Hoydal ella Kaj Leo Johannesen sita og tróna úti á Tinganes-helluni.