Graslíki
Tá graslíkisvallirnir fyri 12-14 árum síðani av álvara fóru at gera innrás í Føroyum, var hetta avgjørt eitt stórt framstig fyri umstøðurnar hjá heimligu leikarunum.
Frá at spæla á grúsvøllum, sum oft vóru sera tungir av veður og vindi, fyri ikki at siga óslættir og illa hóskandi, kom brádliga vend í.
Nýggja undirlagið var at kalla álíkt einum billardborði. Spælið gjørdist lættari hjá íðkarunum, og ikki minst var eisini ført fram, hvussu leingi vallirnir hildu. Eini tíggju ár, so tað var long tíð, áðrenn íløgan skuldi gerast aftur.
Aldurin merkist
Tíggju ár kunnu tó ganga skjótt, og nú er aldursmarkið nátt hjá fleiri av hesum. Slitið er farið at merkjast av álvara, og summa staðni er tað nú bráðneyðugt, at vøllurin verður skiftur sum skjótast.
Ovari vøllur í Gundadali og vøllurin í Klaksvík eru longu skiftir, men í Klaksvík arbeiða tey sum kunnugt við at skifta enn eina ferð, tí nýggi vøllurin ikki megnar at standa ímóti, tá tað regnar illa.
Í hesum sambandi hava vit áður nevnt, at klaksvíkingar í løtuni royna, hvussu eitt nýtt slag av graslíki riggar til føroyska veðurlagið, og ikki er líkt til, at klaksvíkingar eru teir einastu, sum royna hetta slagið.
Tað serliga við hesum vallunum er, at ístaðin fyri at hava sand á vøllinum, soleiðis sum gjørt verður fleiri staðni, hava hesir eitt lag av gummikúlum omaná.
Eisini aðra staðni
Klaksvíkin er tó ikki einasta staðið, at nýggja graslíkið verður roynt. Eisini í Gøtu hava tey í løtuni eina roynd av nýggja graslíkinum liggjandi, fyri at vita, hvussu hetta roynist í føroyska veðurlagnum.
Hallbjørg Hansen, borgarstjóri í Fuglafirði, sigur við Sosialin, at tey saman við umboðum fyri Gøtu Kommunu hava verið í Týsklandi, har tey kunnaðu seg um nýggj sløg av graslíki.
Hon greiður frá, at vøllurin í Fuglafirði nú er 13 ára gamal, og roknað verður ikki við, at hann heldur langa tíð afturat.
- Eftir umvælingarnar, sum vórðu gjørdar seinast, varð sagt, at vøllurin í mesta lagið heldur komandi árið út, so tað er neyðugt, at hann nú verður skiftur.
Júst hvat slag av vølli talan verður um, dugir Hallbjørg ikki at siga, men fyri fyrst hava tey so eina roynd liggjandi í Gøtu. Í hesum sambandi sigur borgarstjórin skemtandi, at veðrið í heyst hevur verið mest sum ov gott, tí enn hava tey ikki sæð, hvussu vøllurin roynist, tá veðrið er ringt.
Hon vísir á, at tey enn ikki hava tosað við tey, sum ætlandi skulu gera nýtslu av vøllinum, men at hetta helst verður gjørt innan langa tíð.
Nær farið verður í gongd við arbeiðið, er heldur ikki fastlagt, men roknað er við hesum á fíggjarlógini fyri komandi ár, so allarhelst verður farið í holt við hetta til várs, sigur Hallbjørg Hansen at enda.