Nú verður skjótt møguligt hjá føroyskum feløgum at leika altjóða dystir á sínum vanligu heimavøllum. FIFA samtykti herfyri at geva loyvi til at leika altjóða dystir á graslíki. Ikki allir graslíkisvøllir verða góðkendir, tí talan er bert um teir sonevndu "triðja-ættarliðs" vøllirnar.
Í Føroyum eru tað GÍ, KÍ, ÍF, NSÍ og Skála, ið hava slíkar vøllir, men eisini VB og B68 fáa slíkt graslíki í næstum. At liðini hava slíkar vøllir, merkir tó ikki, at tey uttan víðari kunnu leika sínar altjóða dystir heima, tí aðrar umstøður skulu eisini verða upp á pláss. Til dømis skal eitt ávíst tal av sitiplássum verða til taks. Harafturat er tað bert FIFA, ið hevur góðkent vøllirnar til altjóða dystir, og fyri at føroysk lið kunnu spæla sínar europeisku dystir á hesum vøllum, er neyðugt, at eisini europeiska fótbóltssamgongan UEFA, góðkennir vøllirnar.
Sambært aðalskrivaranum í Fótbóltsambandi Føroya, Ísak Mikladal, kann neyvan væntast, at góðkenningin frá UEFA fyriliggur fyrr enn á sumri 2005. Men tá skuldi so verða møguleiki hjá fleiri føroyskum feløgum at leikt sínar europeisku dystir á sínum vanliga heimavølli.