Hugskotið er frá Æsop. Um tær óttaleysu grashoppurnar, ið biðja sær mat frá ídnu meyrunum.
Lívið á meyruoynni er eingin veitsla í filminum. Meyrurnar stríðast fyri at fáa føði, fyrst og fremst til eitt ljótt harkalið av grashoppum og leiðara tess Hopper. Hvørt summar kemur Hoppar og harkalið til oynna og tey krevja meginpartin av tí, ið savnað er av føði.
Tann ungi ?nørdurin?, meyran Flik, roynir at bjarga meyrunum undan grashopunum.Men tað miseydnast næstan.
Flik fær hjálp frá gomlum, arbeiðsleysum sirkusleikarum frá einum ferðandi loppusirkusi.
Hopper ætlar at leypa á, men Flik og sirkusvinirnir eru til reiðar til ein samanbrest, sum gera allar filmfjepparar bilsnar og glaðar.