Grátandi Pique takkaði fyri seg

La Liga: Gerard Pique spældi í gjár sín seinasta dyst fyri FC Barcelona

FC Barcelona vann í gjár 2-0 á Almeria í sponsku landskappingini. Dysturin fekk ein serligan týdning fyri FC Barcelona, tá Gerard Pique kunngjørdi at hetta var hansara seinasti dystur fyri felagið á heimavølli. Tað er enn ógreitt, um hann spælir komandi dyst eisini, sum er á útivølli.

 

- Tá tú blívur vaksin lærir tú, at tað at elska er eisini at lata nakað fara. Hetta er ikki eitt farvæl. Eg bleiv føddur her, og eg komi at doyggja her, segði Gerard Pique, meðan tárini trillaðu eftir dystin.

 

FC Barcelona var leikliga greitt omaná frammanfyri yvir 92 túsund áskoðarum, sum vóru komnir at siga verjulegenduni farvæl. Robert Lewandowski misnýtti brotsspark tíðliga í dystinum, men tað fekk ikki týdning, tí Ousmane Dembélé og Frenkie de Jong tryggjaðu FC Barcelona sigurin.

 

35 ára gamli miðverjin hevur verið umstríddur í seinastuni, tí hann og konan, kenda kolumbianska songkvinnan Shakira, eru farin hvør til sítt, eftir at hann hevði skikkað sær minni pent.

 

Dysturin móti Almeria var tann seinasti hjá Gerard Pique á Camp Nou. Lokali miðverjin hevur spælt 615 dystir og skorað 53 mál fyri FC Barcelona. Hann er heimsmeistari við Spania, Champions League vinnari og áttafaldur spanskur meistari við FC Barcelona.

 

Hann hevur ikki spælt nógv í ár og fleiri meta longu, at hann er ein boð upp á ein komandi forseta í felagnum.

 

1Barcelona13111131:434
2Real Madrid12102029:1032
3Atlético Madrid1272320:1223
4Real Betis1272316:823
5Osasuna1372415:1223
6Real Sociedad1271416:1522
7Athletic Bilbao1363421:1421
8Villarreal1253414:818
9Rayo Vallecano1253417:1418
10Real Valladolid1352613:1817
11Valencia1243518:1415
12Getafe1335512:1914
13Girona1334618:2113
14Mallorca1234510:1313
15Almería1341815:2213
16Espanyol1225515:2011
17Celta de Vigo1332814:2611
18Cádiz132568:2411
19Sevilla1224611:1910
20Elche130499:294