Sambært donsku veðurstovuni DMI, so kunnu føroyingar ikki vænta nógva sól um vikuskiftið.
Fríggjadagin:
Gul til stívt andøvsgul av eystan, 5 til 10 metrar um sekundið og hitin um 10 stig. Skýggjað og támut og stundum regn.
Leygardagin:
Gul til stívt andøvsgul av eystan, 5 til 10 metrar um sekundið, ið minkar gjøgnum dagin. Seinni á degnum lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Mest skýggjað og stundum regn. Hitin millum 10 og 13 stig, um náttina minkar tað niður á 7 til 10 stig.
Sunnudag:
Lot til andøvsgul av eystan, 3 til 8 metrar um sekundið. Nakað av sól, men fyrst á degnum einkult æl. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av eystan, 5 til 10 metrar um sekundið. Hitin liggur um 10 stig.