Henda ætlanin um nýggja skúlan hevur ligið á tekniborðinum í eina tíð. Nú er komið so mikið væl áleiðis, at farast kann undir at fyrireika byggingina.
- Fyrsta stigið er at grava oman av stykkinum har skúlin skal verða, sigur formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, Jógvan Arge.
Økið, har skúlin verður bygdur á er einar 20.000 fermetrar til støddar og liggur beint eystanfyri Løgmannabreyt.
Hetta er júst tað økið, her mong nýggj sethús eru bygd seinastu árini.
Tvey ár
Samstundis við stóru byggingina í Hoyvíkshaganum er tørvurin á einum nýggjum skúla eisini vaksin samsvarandi.
- Ætlanin er tí at fáa hann lidnan um tvey ár - til skúlaársbyrjan 2008, sigur Jógvan Arge.
Skúlin verður bygdur til níggju árgangir. Har verður kortini eisini pláss fyri frítíðarskúla.
Kostnaðurin er mettur at liggja omanfyri 100 mió. kr.
Hetta er fyrsta stóra skúlabyggingin í høvuðsstaðnum síðani Eysturskúlin varð bygdur seinast í sjeytiárunum.