Týsdagin varð skipað fyri hugnaligari samkomu í missiónshúsinum á Selatrað. Hetta hendi í samband við at Axel Jacobsen, eftir 70 ár sum gravari, nú takkar fyri seg.
Pápi Axel var gravari, og longu sum 13 ára gamal, hjálpti Axel pápa sínum at grava. Síðani 1960 hevur hann røkt hesa tænastuna saman við bróðuri sínum, Esberni sum andaðist í 1982. Tey seinnu árini hevur Axel tó fingið hjálp frá øðrum, m.a. soni sínum og øðrum monnum.
Axel er nú 83 ára gamal, so hetta má sigast at hava verið ein long og trúgv tænasta.
Undir samkomuni fekk hann handað eitt gullur frá bygdaráðsformanninum, Malenu Thomsen. Á gullurinum stóð skrivað ?Takk fyri trúgva tænastu. Sjóvar kommuna 2007?.