Thomas Gravesen hevur í morgun boðað frá, at hann gevst at spæla á danska fótbóltslandsliðnum. Gravesen hevur verið roknaður sum ein av týdningarmestu landsliðsspælarunum hjá Danmark seinnu árini, men nú verður hann ikki longur tøkur hjá Morten Olsen.
30 ára gamli Thomas Gravesen ætlar sær at brúka alla sína orku fyri nýggja felagið hjá sær, Celtic, og tí hevur hann nú givið avboð til landsliðið.
- Tað er umráðandi fyri meg at gera tað, sum eg haldi verða rætt, og tað besta fyri meg er at steðga á landsliðnum nú, sigur Thomas Gravesen við Ekstrablaðið.Thomas Gravesen hevur spælt 66 landsdystir fyri Danmark.