Gravgangur at sleppa á SummarNám!

Margarinfabrikkin skipar aftur í ár fyri summarskúlanum SummarNám.

Margarinfabrikkin skipar aftur í ár fyri summarskúlanum SummarNám.

 

Summarfrítíðin er long og ikki øll foreldur hava møguleika at halda frí allar vikurnar tá børnini eisini hava frí. Hetta er ein av orsøkunum til at SummarNám bleiv veruleiki.

 

Margarinfabrikkin kann staðfesta at hesin tørvur er ovurstórur, hetta sæst á tilmeldingunum til SummarNám, sum nú eru farnar yvir tað ásetta talið sum er til hvørja verksmiðju.

 

Fyriskiparnir mugu tíðanverri steðga fyri fleiri tilmeldingum á hesum sinnið. Tað verður arbeitt við at fáa pláss til øll tey børnini sum longu hava tilmelda seg.

 

Vónandi kann SummarNám næsta ár verða enn longri og gera at enn fleiri børn fáa møguleika at verða við á stuttliga og øðrvísi summarskúlanum hjá Margarinfabrikkini.