FYRIREIKINGAR
Í gjár visti KÍ málverjin, Meinhardt Joensen, at siga, at onnur feløg eru áhugað í fleiri av spælarunum, sum í ár vóru við til at manna KÍ liðið, sum tóktist hava møguleika fyri uppaftur betri endastøðu komandi ár, enn teir rukku í 2002.
Gestur Hovgaard er formaður í KÍ, og hann ásannar, at soleiðis er støðan:
? Fleiri av spælarunum hjá okkum hava vent sær til leiðsluna í felagnum og boðað frá, at teir hava fingið tilboð um at flyta til onnur feløg, sum teir siga eru sinnað at rinda teimum upphæddir at spæla fyri, sum vit ikki halda, at tað er ráðiligt hjá okkum at gjalda.
Men so kunnu tit rokna við at missa fleiri spælarar?
? Higartil er bara greitt, at ein av spælarunum, sum var á liðnum í ár, ikki verður á KÍ liðnum komandi ár. Tað er Allan Mørkøre, sum ikki fer at ferðast úr Havnini og norður til Klaksvíkar at venja og spæla. Tað hevur verið sett spurnartekin við, um Alexander Djordjevic, sum í løtuni er staddur í Danmark, fór at verða í Klaksvík komandi ár, men tað verður. Tað eru vit sera fegnir um, tí jugoslavin hevur verið okkum hollur. Tað er eisini greitt, at Arnold Joensen, sum hevur spælt við B68 tvey seinastu árini, aftur fer at vera við í kappingini um plássini á KÍ liðnum. Avtala er gjørd millum Arnold og KÍ, sigur Gestur Hovgaard.
KÍ formaðurin veit ikki enn, hvussu tað verður við øllum hinum spælarunum. KÍ leiðslan tosar í hesum døgum við spælararnar, og formaðurin vónar og heldur seg kunna rokna við, at tað í flestu og kanska í øllum førum fer at enda við, at spælararnir halda fram í KÍ.
? At tað eru fleiri feløg, sum dyrgja her norðuri hjá okkum, kann væl hava við sær, at tað verður eitt sindur tyngri hjá okkum at reka fótbóltsliðið, enn tað annars hevði verið. Tað kann væl hugsast, at prísirnir verða trýstir eitt sindur uppeftir.
Men tit hava møguleikan at fara aðra staðni eftir spælarum?
? Tað kenna vit ikki nakra serliga trongd til. Eitt er, at tað higartil hevur víst seg torført at fáa spælarar aðra staðni úr landinum at koma til Klaksvíkar at spæla og venja. Nú er ferðasambandið so mikið batnað, at praktisku møguleikarnir fyri hesum eru betri, enn teir áður hava verið. Men vit eru av tí áskoðan, at um nøkur meining skal vera í, at vit skulu úr býnum at yvirbjóða og harvið fáa fremmandar spælarar henda vegin, so skal talan vera um einstakar spælarar, sum heilt víst lyfta liðnum nógv. Og vit halda ikki, at tað eru so nógvir sovornir spælarar, og at tað er so lætt at fáa fatur á teimum, sum møguliga kundu komið upp á tal, tí teir verða ivaleyst væl løntir har, sum teir nú eru.
Dúva upp á sínar egnu
Gestur Hovgaard veit væl, at klaksvíkingar vilja hava, at KÍ er millum tey fremstu og ofta vinnur meistaraskapin. Leiðslan í felagnum er sinnað at gera sítt til, at tað skal eydnast, men formaðurin sigur seg vera sannførdan um, at tað fyrst og fremst verður við klaksvíkingum, at sigrarnir skulu vinnast. Tí heldur hann tað vera neyðugt at styrkja um arbeiðið við teimum yngru:
? Í ár taldust tveir av teimum, sum eru niðanfyri tjúgu ár, millum stuðlarnar á liðnum. Komandi ár rokni eg avgjørt við, at tveir ungir afturat verða ímillum lyklaspælararnar. Uppgávan hjá okkum verður m. a. at syrgja fyri, at tað eisini komandi árini vera tveir ella tríggir spælarar í hvørjum árgangi, sum kunnu koma upp á tal til besta liðið. Tað gera vit best við at gera ungdómsvenjingina uppaftur betri. Vit halda, at hon er vorðin munandi betri seinnu árini, men vit eiga ongantíð at koma á mál, tá tað snýr seg um venjingina av teimum ungu. Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at vit ikki eru áhugaðir í at fáa einstakar fremmandar menn at hjálpa til. Men so skulu teir vera rættuligir profilar, um teir so koma aðra staðni frá úr Føroyum ella úr útlandinum, sum hevur verið tað mest vanliga hjá KÍ seinastu árini. Sovornir spælarar kosta nógv, og tað krevur nógv at vera við í tí kappingini.
Venjarin bíðar
KÍ hevur framvegis ikki gjørt av, hvør skal hava ábyrgdina av venjingini komandi kappingarár.
? Vit arbeiða við fleiri møguligum loysnum. Men vit eru ikki heilt komin á mál enn. Vit kanna framvegis møguleikan fyri at fáa venjara aðra staðni frá enn úr Klaksvík, og vit umhugsa eisini lokalu loysnina. Vit hava biðið brøðurnar Jan og Allan Joensen umhugsað, um teir kunnu taka ábyrgdina á seg. Tað hugsa teir í løtuni um. Men enn hava vit ikki endaliga gjørt upp við okkum sjálvar, hvussu tað verður, sigur Gestur Hovgaard.