Gravgangur eftir Lukas Graham

Torgið í SMS er meira enn hálvfult, nú atgongumerkini til útgávukonsertina hjá Lukas Graham verða sett til sølu

24. oktober verður Lukas Graham aftur at hoyra í Føroyum, tá hann hevur útgávukonsert í høllini á Hálsi í Havn.

 

1.800 atgongumerki verða seld til konsertina, og skal metast eftir áhuganum undan forsøluni, er eingin sum helst ivi um, at tað verður útselt.

 

Forsølan byrjar nú klokkan 16, og sum sæst á myndini, ið varð tikin fyri fáum minuttum síðani, er long bíðirøð, longu áðrenn sølan byrjar.