Greatest place on earth!

Ein av teimum mongu útlendsku nøvnunum, sum skulu luttaka á G! festivalinum um vikuskiftið, er bretski bólkurin 'Picture Book', sum tó hevur føroyska songkvinnu. Portalurin fekk orðið á beiggjarnar Lorne Ashley og Dario Darnel, sum saman við Gretu Svabo-Bech manna bólkin.

 

"Vit eru føddir í New York, men fluttu sum ungir til Manchester. Vit hava altíð spælt og gjørt tónleik, men tað var ikki fyrr enn Lorne fór til Liverpool at lesa tónleik, at bólkurin 'Picture Book' varð stovnaður. Tá møtti Lorne Gretu, og síðan tá hava vit trý so spælt saman í eina tíð," sigur Dario.

 

"Okkara fyrsta fløga kemur vónandi og væntandi út seinni í ár, í september. Men vit hava útgivið ein single, sum er til taks at taka niður ókeypis frá okkara heimasíðu. Stílurin hjá okkum kann definerast sum elektroniskur dansitónleikur a la Faithless," sigur Lorne.

 

"Vit komu til Føroya mánadagin, og hava vit longu spælt nakrar smærri konsertir. Eitt nú hava vit siglt út til onkra lítla oyggj, har vit sungu og spældu bæði í eini grottu og í eini kirkju. Seriøst, hetta er tað mest fantastiska staðið í øllum heiminum. Heilt fantastiskt," sigur Dario uttan at blunka.

 

"Ja, fulkomiliga samdur. Eg føli meg veruliga sum eitt menniskja aftur. Ikki sum ein bil ella maskinu, men sum eitt menniskja," sigur Lorne at enda.

 

Picture Book fer á pall í annaðkvøld klokkan 01.30.