Greg Abbott fingið koronu

Tað vakti ans, tá guvernørurin í Texas í mars avtók so at siga allar koronu-avmarkingar.

Hin 64 ára gamli guvernørurin, Greg Abbott, hevur verið ímóti strongum koronu-tiltøkum.

 

 

Guvernørurin í Texas, Greg Abbott, hevur fingið staðfest covid-19. Tað boðar skrivstovan hjá honum frá í tíðindaskrivi í dag.

 

- Greg Abbott er liðugt koppsettur móti covid-19. Hann hevur góða heilsu og hevur í løtuni eingi sjúkueyðkenni. Øll, sum hann hevur verið í samband við, hava fingið fráboðan um støðuna.

 

Guvernørurin varð staðfestur positivur, eftir at hann legði út á netið eina mynd av sær sjálvum - uttan masku. Hann var tá á fundi við aðrar politikarar, teir flestu uttan masku.

 

Hin 64 ára gamli guvernørurin hevur verið ímóti strongum koronu-tiltøkum, og hann hevur ikki verið fyri at brúka masku í almennum bygningum í statinum.

 

Tað vakti ans, tá hann í mars avtók so at siga allar koronu-avmarkingar, og tað vóru tey, sum tá hildu, at hetta fór at koma statinum aftur um brekkur.


 

 

Hin 64 ára gamli guvernørurin, Greg Abbott, hevur verið ímóti strongum koronu-tiltøkum.