Gregersen aftur til Skála

Bogi Gregersen skifti undan hesum kappingarárinum til B68. Hann hevur verið nógv darvaður av skaðum, og hann hevur havt trupult at vunnið sær pláss í byrjunaruppstillingini. Tí hevur framherjin gjørt av at venda aftur til Skála, sum er á næstaftasta plássinum í 1. deild í løtuni.