Í dag var føroyski miðverjin als ikki í hópinum, tá liðfelagarnir úr Ross County spældu málleysan javnleik á útivølli móti Dundee.
Atli Gregersen hevur sitið á beinkinum í samfullar 90 minuttir í hinum dystunum, sum Ross County hevur spælt í hesum kappingarárinum.
Ross County hevur fingið fýra stig fyri fyrstu tríggjar dystirnar.
Ross Country spælur í næstbestu skotsku deildini.