Ógreiða
Eftir samráðingarnar, sum verið hava millum Føroyar og ES um veiðirættindi, sum serliga hava gingið útyvir møguleikarnar hjá ídnaðarskipunum, hevur ivi tikið seg upp um, hvør formaður í Felagnum Ídnaðarskip er.
Bjarti Mohr, reiðari, var við til samráðingarnar, men maðurin, sum móttekur postin hjá felagnum og hevur hildið seg verið virkandi formann, Sørin Senning Danielsen, visti ikki av samráðingunum, fyrr enn tær vóru lidnar.
Eftir at Sørin hevur úttalað seg í ÚF um hesi viðurskifti, hevur Bjarti hildið fast um, at hann er formellur formaður í felagnum.
- Tá ið samráðingarnar vóru komnar undir land, og næstan bara døgurðin var eftir, ringir Bjarti eftir tveimum umboðum aftrat. Men tað var ikki mær, hann ringdi eftir, sigur Sørin Svenning, sum er vónsvikin av, at hann er hildin uttanfyri.
Sørin Svenning hevur annars sitið í nevndini í felagnum seinastu 2-3 árini.
Hann sigur, at fyri einum tveimum árum síðan var fundur í felagnum, har Bjarti Mohr varð valdur til formann.
- Men felagið hevur verið óvirkið, og ómøguligt var at fáa fatur á formanninum. Tí varð kallað saman til nýggjan fund, har eg og fleiri við mær tóku tað, sum eg nú var nýggjur formaður í felagnum.
Sørin Svenning sigur, at nú samráðingar skuldu vera við ES, hevur Føroya Reiðarafelag brúkt tað sambandið, sum teir hava havt, og tá hevur reiðarafelagið kallað Bjarta Mohr inn til samráðingar sum formann í Felagnum Ídnaðarskip.
- Orsøkin til, at eg úttalaði meg í ÚF, var, at limir í felagnum ikki kundu góðtaka, at Bjarti Mohr úttalaði seg sum formaður í felagnum eftir samráðingarnar. Limirnir gjørdu vart við hetta hjá ÚF, og tí varð eg biðin um viðmerkingar til málið.
Sørin Svenning ásannar, at Felgið Ídnaðarskip ikki hevur verið tað raskasta felagið til tey formellu tingini ? á pappírinum, sum hann tekur til, og tí hevur hetta málið tikið seg upp.
- Eg havi óteljandi ferðir roynt at fingið fatur á Bjarta Mohr, bæði um telefonina og við telduposti, men tað hevur ikki eydnast.
Hann heldur ikki, at tað er nøkur meining í at keglast um hetta mál, men heldur, at neyðugt er at fáa hesi viðurskifti uppá pláss og fáa felagið at virka betur.
- Nú samráðingar verða í Havn, 14. og 15. desember, um sínámillum fiskiveiðirættindi við Noreg, havi eg fingið fundarboð frá Føroya Reiðarafelag ? og stutt herfyri var eg eisini á fundi við løgmann fyri Felagið Ídnaðarskip.
Soleiðis, sum støðan hevur verið í Felagnum Ídnaðarskip hesi undanfarnu tvey árini, undrast hann rættiliga yvir, at hann ikki frætti um samráðingarnar við ES, fyrr enn tær vóru lidnar.
- Bjarti Mohr veit væl, hvussu støðan í felagnum hevur verið, og tí undrar tað meg, at eg einki fekk at vita um hesar samráðingar, sigur Sørin Svenning Danielsen.