Greiðir leiklutir í fremstu formel 1 liðunum

Hóast summi formel 1 lið ikki ynskja at taka nakran ávísan koyrara framum, so tykist longu aftan á fyrstu koyringina at vera greiður munur á koyrarunum í øllum teimum fremstu liðunum.


Formel 1
 
Stríðið millum liðfelagar í formel 1 kann vera hart. Men nøkur lið velja at hava eina greiða støðu, har annar koyrarin er høvuðs prioritetur hjá liðnum, onnur velja heilt greitt ikki at gera mun.
Eingin koyrari hevur ivaleyst hug til at vera hjálparkoyrari. Hetta var eisini beinleiðis orsøkin til, at Rubens Barrichello fór til Honda í ár. Hann vildi ikki longur standa í skugganum av Michael Schumacher, men vildi sjálvur vinna.
Í koyringini í seinastu viku komu greiðar ábendingar um, hvør er høvuðskoyrari og hvør er hjálparkoyrari í fýra teimum fremstu liðunum.
Í fyrstu koyringni fyri Ferrari gjørdi Felipe Massa eina koyrivillu og aftan á ein sera óheppnan pittsteðg, endaði hann aftastur og kláraði ongantíð at koma fyri seg. Hetta hóast hann sat í sama bili sum Schumacher, ið bardist um fremsta plassið.
Hjá Renault var støðan tann sama. Fernando Alonso vann koyringina meðan Giancarlo Fisichella ongantíð veruliga megnaði at avbjóða, áðrenn bilurin steðgaði upp við tøkniligum trupulleikum. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Hjá McLaren-Mercedes bardi Kimi Räikkönen seg av aftasta plássi fram til triðfremst, meðan liðfelagin Juan Pablo Montoya, ið byrjaði í fimtu byrjunarstøðu, eisini endaði fimtur.
Rubens Barrichello kappaðist ikki um sigrar  í Bahrain. Liðfelagin Jenson Button hevði trupulleikar við koblingini í byrjanini. Hann var tó skjótur uppi á triðja plássi aftur. M.a. yvirhálaði hann Barrichello. Barrichello byrjaði nummar seks, men fekk skjótt trupulleikar við girunum og endaði á fimtanda plássi.
Enn er bert ein formel 1 koyring koyrd, og tí er einki avgjørt enn.Í fjør vann Fisichella fyrstu koyringina, men stutt eftir var hann ein greiður hjálparkoyrari hjá Renault.