Tríggir dystir vóru í Hvonndeildini um vikuskiftið
VB vísti styrki í seinna hálvleiki
Leygarkvøldið hittust StÍF og VB á Skála.
Fyrri hálvleikur leikaði javnt á, tó at vágbingar høvdu hug at vera á odda. Hálvleiksstøðan var 12-11 til VB, og einki var avgjørt.
Tíðliga í seinna hálvleiki megnaðu strandingar kortini ikki at fylgja við longur, og VB kundi draga longri og longri frá.
Endin var at VB fingu ein greiðan 27-17 sigur heim við sær.
Hjá vágbingum gjørdist Agnes Fallesen toppskjútti við 9 málum og hjá strandingum fekk Karina Høgnesen 4 mál.
Stjørnan staðfesti fimta plássið
Í Klaksvík tók Stjørnan móti H71
Hoyvíkingar kundu við einum sigri hótta fimta plássið hjá Stjørnuni, men hesum loyvdu Klaksvíkingar ikki.
Stjørnan var eitt vet frammanfyri allan dystin, og eftir hálvleiksstøðuna 13-11 endaði dysturin 23-21. Hetta eftir at H71 hevði pynta eitt sindur um úrslitið seinastu løtuna.
Fyri H71 skjeyt Maria Halsdóttir Weyhe 9 mál, meðan Tóra Eliasen skjeyt 6 mál fyri klaksvíkingar.
VÍF setti Neistan upp á pláss
Í Vestmanna tóku finalistarnir úr VÍF móti Neistanum, ið høvdu fingið fleiri góð úrslit í seinastuni.
Hetta vildu vestmenningar ikki lata henda móti sær, tí tær løgdu seg tíðliga á odda og bara øktu og øktu til hálvleiks, har støðan var vorðin 18-9.
Seinni hálvleikur var ein avgreiðsluspurningur hjá VÍF, og tá ið avtornaði høvdu vestmenningar vunnið 32-20.
Fyri VÍF skjeyt Durita Jojic 9 mál, meðan Eir Martinsdóttir Berg fekk 5 mál fyri Neistan.
Eitt umfarð er nú eftir í Hvonndeildini, men einki verður broytt í seinasta umfarði. Støðan sær soleiðis út:
1 | VÍF | 23 | 704 | 539 | 165 | 42 |
2 | Kyndil | 23 | 636 | 492 | 144 | 35 |
3 | VB | 23 | 611 | 513 | 98 | 31 |
4 | Neistin | 24 | 552 | 577 | -25 | 22 |
5 | Stjørnan | 23 | 548 | 575 | -27 | 18 |
6 | H71 | 23 | 513 | 597 | -84 | 13 |
7 | StÍF | 23 | 388 | 659 | -271 | 1 |