Sandoyingar hava víst sína ónøgd um nýggju bíleggingarskipanina umborð á Teistanum, sum eftir ætlan skal royndarkoyrast um eina mánað ella so.
Skipanin verður bert galdandi á dekkinum. Tað vil siga, at tú kann einans bíleggja pláss fyri bilum og ikki um tú fer umborð til gongu.
Upplýsingarnir, sum sandoyingar hava fingið eru, at eingin avsláttur verður arbeiddur inn í skipanina. Tað merkir, at um tú til dømis hevur eitt mánaðarkort, ið gevur tær avsláttur, so kann tú ikki nýta tað í bíleggingarskipanini. Tú má rinda fullan prís um tú bíleggur. Tað hevði havt við sær, at tað hevði verið nógv dýrari við teirri skipan hjá teimum, sum ferðast dagliga við Teistanum, enn tað er í dag. Væl at merkja um tey høvdu gagnnýtt bíleggingarskipanina.
Hilmar Eliasen, stjóri á SSL, sigur, at einki alment er komið út frá SSL um skipanina, men møguliga eru upplýsingar komnir út ov tíðliga.
- Eg vildi gjarna, at vit høvdu havt tíð at gera alt liðugt áðrenn nakað kom út alment, men tað stutta av tí langa er, at vit innarbeiða ein 15% avsláttur inn í skipanina nú. Tað vil siga, at øll, sum bíleggja eitt pláss til bilin umborð, fáa ein 15% avsláttur, sigur Hilmar Eliasen.
Hilmar Eliasen sigur, at hetta er bert fyrsta útgáva av skipanina, ein royndarskipan. Í henni verður hesin avslátturin koyrdu inní, men tá seinna útgávan kemur, tá er ætlanin at at hava allar avsláttarskipanir, sum vit kenna í dag, við og klárar at nýta.
- Hetta er versión eitt. Tá seinna útgávan kemur, hava vit væntandi arbeitt alt inn í skipanina, soleiðis at skipanir, sum vit kenna í dag, framhaldandi fara at verða við, sigur Hilmar Eliasen.