Høgni Hoydal
Fólkaatkvøðan snýr seg um júst tað, sum bæði danska stjórnin og javnaðarflokkurin hava sagt seg vilja.
Fólkið kann tí 26. mai skapa ta breiðu semju, sum politisku flokkarnir køva við smáligheitum og klandri.
Føroyska tjóðin tekur fulla ábyrgd av øllum sínum viðurskiftum eftir eini greiðari ætlan. Í seinasta lagi í 2012 skal verða nýggj fólkaatkvøða um at skipa Føroyar sum fullveldisríki.
Føroya fólk velur leiðina og eigur endaligu avgerðina.
Hetta er tað, sum atkvøðast skal um 26. mai.
Klandrið spillir
Tað er neyðugt, at fólkið tekur avgerðina. Tí í politisku skipan okkara er eftir øllum at døma so nógv smáligheit og so nógv klandur, at eitt so týdningarmikið mál verður blakað aftur og fram.
Vit hava roynt at fingið semju við donsku stjórnina um ein sáttmála, har londini samstarva um at byggja upp eitt sjálvstøðugt føroyskt samfelag. Tað bar ikki til ? fyrst og fremst tí, at danska stjórnin vil ikki einar sjálvstøðugar Føroyar og tí at politisku flokkarnir ikki standa saman í Føroyum.
Taka uppá orðið
Men boðini hava verið endurtikin úr Danmark: Føroya fólk eigur avgerðina. Og meira sjálvstýri merkir minni pengar.
Tað er júst henda boðskap, sum vit nú taka uppá orðið.
Boðini frá javnaðarflokkinum í Føroyum hava verið: Vit vilja vera við í fyrsta stiginum. Lat okkum yvirtaka øll málsøkir og ta fíggjarligu ábyrgdina yvir eitt áramál. So er ongin dramatikkur, tá vit skulu taka tað endaliga stigið.
Tað er júst hetta, sum nú liggur á borðinum.
Eitt rungandi JA!
Tí er tað beinleiðis óskiljandi, at fyrstu meldingarnar frá javnaðarflokkinum og úr Danmark eru ein hørð mótstøða móti innihaldinum í fólkaatkvøðuni.
Men 26. mai kann Føroya fólk siga øllum donskum og føroyskum politikarum: Standið nú við tykkara egnu orð!
Vit eru greið í mai. Vit siga eitt rungandi JA!
Tí tað er okkara land.