Greiður sigur til andstøðuna

Tann fyrsta meiningakanningin aftan á dagsins fráboðan um fólkatingsval gevur andstøðuni greiðan sigur. Kanningin, sum Epinion hevur gjørt fyri kringvarpið DR, gevur stjórnarflokkunum og hennara stuðulsflokkum 80 tinglimir og andstøðuni 95.

Kanningin gevur andstøðuni eina lítla afturgongd samanborið við eina kanning frá 11. august, men tann reyði vongurin hevur kortini framvegis 54 prosent av atkvøðunum. Stjórnarflokkarnir og teirra stuðulsflokkar fáa eftir kanningini 47,1 prosent av atkvøðunum.