Greiðir favorittar í hvørjum dysti

5. umfar í Betri deildini er á skránni í kvøld. Felags fyri allar dystirnar er, at tað er ein púra greiður favorittur allastaðni. KÍ, Víkingur, B36, HB og NSÍ eru stórfavorittar hóast tey øll, uttan  B36, hava útivøll. KÍ spæla í Sørvági, Víkingur á Argjum, HB á Skála og NSÍ skulu til Eiðis. B36 taka ímóti TB/FCS/Royn. Sostatt er talan um topp 5 ímóti botn 5, frá í fjør, í hvørjum dysti.

 

Á heimasíðuni marathonbet.com ber til at tippa á føroyskar fótbóltsdystir. Niðanfyri síggjast oddsini á dystunum. Sambært teimum, er tættasti dysturin á Skála, har HB vitjar. Rás2 sigur frá tí dystinum. Allir dystirnir byrja klokkan 18, uttan EB/Streymur-NSÍ. Hann byrjar klokkan 19.

 

1.07 Vestur   2.KÍ

8.50     5.60    1.285

 

1.AB   2.Víkingur

6.50 4.60 1.42

 

1.B36   2.TB/FCS/Royn

1.27 5.50 9.50

 

1.Skála    2.HB

3.88 3.96 1.77

 

1.EB/Streymur   2.NSÍ

5.60 4.85 1.45