Greiður meiriluti ímóti aktivari deyðshjálp

16 av 17 limum í Etiska Ráðnum í Danmark eru ímóti aktivari deyðshjálp. At loyva tíð hevði broytt menniskjafatan okkara

 

Aktiv deyðshjálp hevur nógvar tvístøður við sær, men í síðsta enda er meira, ið talar ímóti enn fyri, sigur formaðurin í Etiska Ráðnum - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

##med2##

 

Aktiv deyðshjálp skal ikki vera ein møguleiki í Danmark, heldur meirilutin í Etiska Ráðnum í Danmark. Í eini fráboðan í morgun siga 16 av teimum 17 limunum nei til at loyva aktivari deyðshjálp, soleiðis sum skotið verður upp í einum borgarauppskoti.

Tað er ov nógv upp á spæl í mun til »grundleggjandi menniskafatan okkara«, heldur meirilutin.

Tað bendir á, at aktiv deyðshjálp kann broyta »okkara fatan um aldurdóm, nær deyðin skal koma og um lívsgóðsku«.

Í meirilutan er Merete Nordentoft, sum er professari í sálarfrøði á Københavns Universitet.

Hon óttast, at aktiv deyðshjálp fer at føra til, at fólk, sum hóast álvarsama sjúku framvegis ynskja at liva, kunnu kenna seg trýst at fara hiðani.

– Fyri meg er rætturin at vera til stríð og rætturin til at kosta samfelagnum pengar týdningarmest orsøkin til at siga nei.

– Verður aktiv deyðshjálp loyvd, óttist eg, at nøkur fólk fara at uppliva, at spurningur verður settur við rætt teirra at vera til.

Harumframt hevur arbeiði í psykiatriini víst henni, at ynski hjá sjúkligum um at doyggja ikki er støðug, men kann broytast sum frá líður. 

##med3##

– Tá vit fylgja menniskjum, sum hava roynt at gjørt av við seg, síggja vit, at nógv tey flestu ikki hava sjálvmorðstankar eitt ár aftaná. Eisini millum fólk við álvarsomum kropsligum líðingum henda broytingar.

– Sæð út frá hesum er aktiv deyðshjálp ikki afturtakandi. Tú kanst jú ikki angar tað aftaná, sigur Merete Nordentoft.

Ráðið hevur serliga hugt eftir royndum í Hollandi, sum loyvirbæði »hjálptum sjálvmorði« og »eutanasi«, har tað er ein lækni, sum hjálpir tí sjúka inn í deyðan.

Har vísa royndir, at tað er trupult at avmarka tilboðið, sigur Svend Brinkmann, limur í ráðnum og professari í psykologi á Aalborg Universiteti.

– Í fyrstuni vóru tað bert sjúklingar við nívandi kropslilgari líðing, so vóru tað eisini sálarsjúklingar, fólk við kognitivum brekum, og í vár var tað víðkað til børn undir 12 ár við sjúkum, sum føra til deyða.

– Tað vísir, at tað er ógjørligt at ímynda sær eina lóggávu, sum er nóg trygg og avmarkar bólkin.

Kjakið um aktiva deyðshjálp er umframt borgarauppskotið »Legalisering af aktiv dødshjælp« vorðið enn meira aktuelt av tí, at Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, hevur sagt, at hon er fyri tí.

Harumframt hava sjúk og avvarðandi í miðlum spurt eftir hjálpini.

Ráðið hevur lurtað eftir teimum, sigur Leif Vestergaard Pedersen, formaður. Eftir stendur tó enn, at aktiv deyðshjálp er ein eitiskur trupulleiki, heldur hann.

– Tað ólukkuliga er, at tá vit siga nei, hevur tað negativar avleiðingar fyri tey fólk, sum ikki vilja halda fram við at liva, tí tey halda, at lívið er vónleyst.

Bara ein limur í ráðnum, Birgitte Arent Eiriksson, stuðlar aktivari deyðshjálp.

/ritzau/

 

 

 

Aktiv deyðshjálp hevur nógvar tvístøður við sær, men í síðsta enda er meira, ið talar ímóti enn fyri, sigur formaðurin í Etiska Ráðnum - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Hoyrið her samrøður við formannin í Etiska Ráðnum í Danmark, Leif Vestergaard Pedersen, og Merete Nordentoft, sum er limur í Etiska Ráðnum

Svend Brinkmann, professari í sálarførði, er partur av stóra meirilutanum í Etiska Ráðnum í Danmark, sum ikki heldure, at aktiv deyðshjálp skal verða møgulig í Danmark. (Arkivfoto). - Foto: Mathias Svold/Ritzau Scanpix