Tað verður ein sonevnd grein-19 nevnd – mannað við trimum løgtingslimum – sum nú skal kanna víðari tað, ið fór fram í Eik Grunninum undan húsaganginum í 2010.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, brúkar grundgevingar sum ”fyrning, rættartrygd, rættarmálsføri og aðrar løgfrøðiligar umstøður” fyri at velja júst hesa loysnina.
Johan Dahl vísir til løgfrøðiligu ráðgevingina í landsstýrinum, sum ikki metir tað vera møguligt at halda fram við at kanna Eik Grunnin eftir tí leisti, sum higartil hevur verið brúktur í tí avmarkaðu kanning, sum Eyðfinnur Jacobsen, advokatur hevur gjørt. Higartil er grunnurin kannaður eftir grein-59 í lógini um vinnurekandi grunnar.
Víst verður til, at málið um Eik Grunnin er fyrnað, rættartrygdin hjá skuldsettum kemur í vanda, og landið hevur ikki longur rættarmálsføri í málinum um Eik Grunnin.
Eisini sigur løgfrøðiliga metingin hjá Johan Dahl, at tá ið tað snýr seg um at kanna grunnaeftirlitið, sum liggur hjá Skráseting Føroya, so ber ikki til at kanna eftir § 59 í grunnalógini, tí hon heimilar einans kanningum av vinnurekandi grunnum, umsitingum teirra og kanning av roknskapum.
Niðurstøðan hjá løgfrøðiligu ráðgevunum er, at ein kanning sambært § 19 í stýrisskipanarlógini kann vera rætta amboðið at kanna bæði Eik-grunnin og grunnaeftirlitið við.
- Hetta er besta loysnin, um politiska skipanin ætlar at koma til botns í málinum um Eik Grunnin og føroyska eftirlitinum við grunninum, metir Bjørn á Heygum, løgfrøðingur.
Hoyr samrøðu við Bjørn á Heygum við at trýsta á pílin undir myndini.