Nógvur vindur hevur verið á Porkerishálsi, men eisini í Porkeris bygd, har jólatræið onga grein hevur eftir.
Javnan hoyra vit frá Landsverk um vindmátingar á Porkerishálsi, og í ringa veðrinum hesa vikuna frættist um hvirlur við ferð á 50 m/s.
Men eisini niðri í Porkeri merktist vindurin.
Jólatræið í bygdini sær rættiliga viðtikið út. At kalla ongin grein er eftir á trænum, sum myndin eisini vísir.
Onkur helt fyri, at næsti porkeningur, ið gevur út greinasavn, verður undir illgruna fyri stuldur.
Annar helt, at helst hevur bygdafólkið sitið sum á nálum, men onkur tók til, at hetta gav nýggjan íblástur til hugtakið "á berajólum".
Vit hava tó eina greining av málinum:
Rætta søgan er tann, at vantandi greinarnar hava onki við veðrið at gera, tí tað eru kommunumenn, ið hava avmonterað træið, og hesi tíðindi hava vit frá vælvitandi keldum, so til ber at siga, at vit her hava grein í okkara málið.