Greipan er heima

Stjørnan-VÍF 14-19 (7-10):
Kanska hava sigrarnir onkuntíð verið meira sannførandi og kanska hevur spælið til tíðir verið betri, men tað kann vera tað sama. Kvinnurnar hjá VÍF hava annað árið á rað ognað sær greipuna

Hondbóltur ? kvinnur

Hetta varð staðfest, tá VÍF hóskvøldið vitjaði í Klaksvík og vann fjórða sigurin av fýra møguligum á Stjørnuni hetta kappingarárið.

Venjarin var eftir
Upptaktin til dystin kundi tó neyvan verið verri fyri oddaliðið. Nógvi kavin, sum hevur órógva bæði fólk og fæ og ikki minst hondbóltsdystir, gjørdi sítt til, at ferðin til Leirvíkar, haðani Dúgvan fór, gjørdist heldur strævnari enn vanligt.
Ein trafikkproppur við Hvalvík gjørdi, at leikararnir vórðu seinkaðar til Leirvíkar, og tó at skiparin á Dúgvuni bíðaði, so eydnaðist ikki at fáa venjaran, Jørleif Kúrberg, og strikuspælarar, Randi Kúrberg, við til Klaksvíkar í fyrstu syftu. Saman við fleiri øðrum vórðu tey aftur seinkaði undir Gøtueiði, so tey máttu bíða til næsta fart.

Dragnaði fyri steðgin
Fyrstu løtuna var eisini líkt til, at hetta órógvaði tað annars so stinna liðið úr Vestmanna. Í álopspartinum bar millum lítið og einki til, og tó at tær stóðu væl í verjuni, so var tað Stjørnan, sum spakuliga dróg frá hesa løtuna. Munurin var kanska ikki so stórur, men høvdu tær á heimaliðnum hildið høvdið eitt sindur kaldari hesa løtuna, og hevði málverjin hjá VÍF ikki verið Manuela Stan, so kundi leiðslan eisini verið størri, men tað varð so av ongum.
Ístaðin tók VÍF seg spakuliga aftur, og tá so bæði Simona Dziugyte og Joan M. Joensen fóru út at hvíla sge, gjørdist heldur tunnligt hjá heimaliðnum. Ella var tað eisini tað, at nú var VÍF-venjarin loksins komin í høllina. Hvussu var og ikki, so gjørdi VÍF eitt veruligt hál seinastu løtuna undan steðginum, har 6-6 broyttist til 7-10 á máltalvuni.

Stórtap hótti
Vendin hesa seinastu løtuni mundi uttan iva vera eitt gott sálarligt skump rætta vegin hjá VÍF, og fyrstu helvtina av seinna hálvleiki sást brádliga, hví tær hava verið so einaráðandi í føroyskum kvinnuhondbólti hesi bæði seinnu árini.
Tó at tær kanska gjørdu dekan ov nógv mistøk í álopsspælinum, so munaði hetta snøgt sagt einki hjá Stjørnuni. Verjan hjá VÍF var snøgt sagt átøk kinverska múrinum hesa løtuna. Har var snøgt sagt eingin vón hjá heimaliðnum at spæla seg ígjøgnum, og so kundi VÍF veruliga skrúva ferð á kontrahondbóltin. Einfalt, effektivt og vakurt varð mótstøðan hesa løtuna spæld niður og norð, og var tað ikki fyri bjargingarnar hjá Agnes í Stjørnu-málinum, so kundi talan verið um stórtap hjá Stjørnuni.

Snaraði 180 stig
Hetta hendi tó ikki. Ístaðin tók dysturin eina merkisverda vend. Kanska helt VÍF, at gullið var heima. Kanska vóru tað nervar, sum brádliga gjørdu seg galdandi, ella kanska var tað reyða kortið til Randi Kúrberg, sum gjørdi, at VÍF misti takið.
Sum so kann orsøkin gera tað sama, tí brádliga fekk Stjørnan ferð á. Tær megnaðu nú at spæla seg inn um VÍF verjuna fleiri ferðir á rað, og í verjuni trýstu tær ferð eftir ferð VÍF gera mistøk. Eina mest tí tær samstundis valdu at mansverja bæði Ioanu og Sóley. 7-15 var støðan, tá 16 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, men fýra minuttir fyri leiklok var munurin 14-16.
Bjargingin hjá VÍF kom tó, tá Jacklin Durhuus vann sær brotskast í gjøgnumbrotsroynd. Hetta setti Ioana í netið, og so loysnaði aftur. Stjørnan misti trúnna uppá, at tað kundi bera til, og við enn tveimum málum eftir skjótálop kundi Nicolina staðfesta. Ikki bara sigurin men eisini gullmerkini. Og tey eigur VÍF so væl og virðiliga uppiborið. Tær hava alt árið verið besta liðið í landinum, og talan skal verða um eina sensatión av teimum stóru, um stigaposin ikki verður so rokandi fullur, tá seinasti dysturin er leiktur.
Tillukku VÍF!

Dysturin í tølum
Stjørnan-VÍF 14-19 (7-10)
Málskjúttar:
Stjørnan: Simona Dziugyte 4(2), Joan M. Joensen 3, Bára Skaale 2, Una Olsen 2, Andrijana Milodanovic 2(2), Anna Kristina Samson 1
VÍF: Ioana Rápa 6(3), Nicolina Eyðbjørnsdóttir 4, Jacklin Durhuus 3, Nicoleta Radu 3, Sóley Mikkelsen 1, Fríða Marjunardóttir 1, Alis Høghamar 1
Brotskøst: Stjørnan 7, VÍF 3
Útvísingar: VÍF 2
Diskvalifikatión: VÍF 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen. Høvdu gott tamarhald á, hóast talan ofta gjørdist um nærdystir.
hjá VÍF varð grundlagdur
Mynd: Álvur Haraldsen