Greipan er á veg til Klaksvíkar

Páll A. Klettskarð var tvífaldur málskjútti, tá ið KÍ reisti seg og vendi 0-1 til 2-1 sigur. AB tapti í kvøld, og harvið bendir alt á, at AB flytur niður saman við B68

Tað er kæti og rómur í stóru KÍ leguni, sum er savnað í Sarpugerði. Tá ið fíni dómarin, Eiler Rasmussen, bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 1-2. Harvið hevur KÍ økt um fjarstøðuna aftur til Víking, so hon nú er fýra stig. Tí er tað so upplagt at staðfesta, at greipan er ikki so langt burtur úr Klaksvík.

-Kenslan er framúr góð. Vit spældu ikki væl í fyrra hálvleiki, og eg haldi, at fótbóltsspælið var ikki serliga gott í fyrra hálvleiki. Vit løgdu betri fyri eftir steðgin, og tíbetur reistu vit okkum, eftir at Gert Hansen eftir ein hálvan tíma hevði lagt teir framum, sigur Páll A. Klettskarð.

 

Landsliðsspælarin hjá KÍ var tvífaldur málskjútti. Í fyrra førinum var tað við góðum stútara, eftir at Jonas Flindt Rasmussen legði innfyri úr høgru og til handara stólpa. Páll stýrdi við høvdinum bóltin í handara síðunet.

-Hetta var júst sama slag av møguleika, sum eg stutt undan steðginum misnýtti síðsta sunnudag í Runavík. Í seinna førinum royndi Niels Pauli Danielsen seg við frísparki av brotsteigarmarkinum og eitt vet til vinstru ímóti handara stólpa. Geza Turi hálvbjargaði, og eg var tí betur fyrstur á returbóltinum, greiðir Páll A. Klettskarð frá.

 

Hóast KÍ nú er fýra stig frammanfyri næsta avbjóðaran, vil KÍ toppskjúttin ikki hoyra talan um FM heitið:

-Vit fokusera upp á næstu avbjóðing, sum er B36 á heimavølli, og tað gleða vit okkum til, sigur Páll A. Klettskarð.

 

Heimalegan við Løkin varð kløkkað, tá ið Salmundur Bech við stútara legði TB framum eftir innlegg úr høgru. Árni Frederiksberg javnaði dygst undan steðginum við beinleiðis frísparki. Og so var tað Klæmint A. Olsen, sum fram ímóti dystarenda skoraði NSÍ sigursmálið. Hetta var fyrsta ferðin, at Klæmint skoraði síðani fjúrtanda august, tá ið NSÍ vann 2-0 á Skála.

 

Úrslitið í Runavík ber við sær, at bæði NSÍ og Víkingur nú hava 49 stig. Hesi bæði liðini hittast í Sarpugerði um eina viku!

 

Grannauppgerðin í Gundadali endaði 2-2. Harvið er sera sannlíkt, at tað verður B36, sum fer at vinna týdningarmikla fjórða plássið.

 

Á Toftum varð tað endaliga staðfest, at B68 næsta ár verður í næstbestu deildini. ÍF vann 2-0. Heilt merkisvert var tað, at 46 ára gamli ÍF venjarin, Jákup Mikkelsen, í dag vardi ÍF málið, og tað megnaði hann væl.

 

Í kvøld vann Skála 2-0 á Argjum. Hetta var fyrsti sigurin og fyrstu málini, sum Skála hevur skorað og vunnið síðani á jóansøku. AB tapið ber við sær, at Skála mest sum hevur tryggjað sær plássið í bestu deildini. Skála hevur 20 stig, og AB hevur 12 stig.

AB skal í fýra teimum seinastu umførunum spæla ímóti HB, KÍ, NSÍ og Víkingi.

Skála skal í fýra teimum seinastu umførunum spæla ímóti B68, ÍF, TB og HB.

 

Víkingur-KÍ 1-2 (1-0)

1-0: Gert Hansen

1-1: Páll A. Klettskarð

1-2: Páll A. Klettskarð

 

NSÍ-TB 2-1 (1-1)

0-1: Salmundur Bech

1-1: Árni Frederiksberg

2-1: Klæmint A. Olsen

 

B68-ÍF 0-2 (0-1)

0-1: Alex José dos Santos

0-2: Ari Ó. Ellingsgaard

 

B36-HB 2-2 (1-2)

1-0: Hanus Thorleifsson

1-1: Teit Jacobsen

1-2: Jóhan Troest Davidsen

2-2: Sebastian Pingel 

 

AB-Skála 0-2 (0-0)

0-1: Brian Jacobsen

0-2: Edvin Jacobsen

 

Støðan

http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=792

 

24. umfar

Sunnudagin 25. september

KÍ-B36

Víkingur-NSÍ

Skála-B68

HB-AB

TB-ÍF