Greipuvinnararnir halda fram

TB helt tørn, inntil tað restaði eitt korter, og so vann HB 2-0

HB hevur avgreitt fyrru vitjanina í Trongisvági í eina viku.

Í dag var steypadystur á skránni, og um eina viku verður tað í landskappingini, at TB fær vitjan av HB.

HB riggar til at fara norður aftur um fjørðin við 2-0 sigri og atgongumerki at luttaka í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

TB helt tørn, inntil tað restaði eitt stórt korter. Tá skoraði Hilman Leon Jakobsen til 1-0. Uppleggið átti Áki D. Samuelsen. Tíggju minuttir undan leikloki varð sigurin staðfestur, tá ið Stefan Radosavljevic økti um munin til 2-0.

Tølini siga, at HB var omaná. HB vann sjey hornaspørk og TB eitt. HB hevði ellivu royndir ámálið og við síðuna av málinum, meðan TB hevði fýra royndir á HB málið.

At leggja til merkis var, at TB hevði skift málverja síðani heimatapið ímóti 07 Vestur mikukvøldið. Í dag var Mads Viktor Altschuler millum TB stólparnar. Hjá HB var Stefan Radosavljevic á vøllinum allan dystin á tamb, meðan Michal Przybylski varð útskiftur, tá ið ein tími var farin. Pætur J. Petersen var fyri fyrstu ferð í ár millum teir fyrstu ellivu hjá HB.

Adrian Justinussen, Mikkel Dahl og Bartal Wardum vóru á beinkinum allar 90 minuttirnar, og René S. Joensen, sum mikukvøldið varð skiftur út, var ikki á listanum ídag.

 

TB - HB 0-2 (0-0)

0-1: Hilmar Leon Jakobsen 72.

0-2: Stefan Radosavljevic 80.

TB: Mads Viktor Altschuler – Eirikur Ellendersen, Aron Sørensen, Ndende Adama Guéye, Jens Erik Bruhn – Nikolei Johannesen, John Villi Wøldike Leo, Dánjal Godtfred, Einar Petersen – Mark Kongstedt, Bessijan Kastrati (Maxwell Bediako, 80.)

HB: Teitur Matras Gestsson – Hørður Askham, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen – Heðin Hansen, Michal Przybylski, Stefan Radosavljevic, Áki D. Samuelsen – Hilmar Leon Jakobsen, Mads Mikkelsen, Pætur J. Petersen

 

Á Sandi sá tað leingi út til, at Undrið FF fór at vinna. Rói av Fløtum átti uppleggið, tá ið Dávid Kruse Dam legði gestirnar á odda. Tað var í 22. minutti, og leiðslan helt, inntil tað restaðu ellivu minuttir. Tá javnaði Klayver Nascimento, og tríggjar minuttir seinni skoraði Tijani Mohammed 2-1 málið, sum ber við sær, at B71 eigur rætt at taka lut í fjórðingsfianlunum, sum vera sunnudagin 30. mai.