Í fjør vann HB FM og steypakappingina. Í dag var fyrsta steypið í ár upp á spæl, tá ið greipuvinnararnir í HB spældu ímóti silvurvinnarunum í landskappingini í fjør, NSÍ, í stórsteypadystinum.
HB vann 3-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-1 til HB.
Toppskjúttin hjá NSÍ og málslúkurin yvir allar aðrar í Føroyum, Klæmint A. Olsen, skoraði fyrsta málið eftir innlegg úr høgru frá Peturi Knudsen, sum bara var á vøllinum í fyrra hálvleiki.
NSÍ legði seg framum í 26. minutti, og sekt minuttir seinni var HB á odda 2-1
Tá ið ein hálvur tími var farin, javnaði Michal Przybylski, sum var skiftur inn, tá ið smáir 20 minuttir vóru farnir, og sum var á vøllinum, inntil tað restaðu 12 minuttir. Hann javnaði eftir innlegg úr høgru frá Hera Hjalt Mohr, og tveir minuttir seinni var tað eisini eftir innlegg úr høgru, sum Stefan Radosavljevic stóð fyri, at Hilmar Leon Jakobsen skoraði til 2-1. Tað var við høvdinum og umvegis handara stólpan.
Seytjan minuttir eftir steðgin staðfesti HB 3-1 sigurin, tá ið Michal Przybylski varð tvímálaskjútti. Aftur hesa ferð var tað eftir innlegg frá vongverjanum í høgru Hera Hjalt Mohr.
HB - NSÍ 3-1 (2-1)
Stórsteypadystur sunnudagin 28. februar 2021 kl. 16.00
Dómarabólkur: Rani A. Skaalum, Arni Rasmussen, Jógvan Breckmann og Eiler Rasmussen
0-1: Klæmint A. Olsen 26.
1-1: Michal Przybylski 30.
2-1: Hilmar Leon Jakobsen 32.
3-1: Michal Przybylski 62.
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Hørður H. Askham, Bartal Wardum, Daniel Johansen – Heðin Hansen (Michal Przybylski, 19./Áki Debes Samuelsen, 78.), Stefan Radosavljevic, Dan í Soylu – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl (Jákup L. Thomsen, 78.), Adrian Justinussen
Venjari: Jonas Dal Andersen
NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Pætur Turiðarson Skipanes (Jóhan Troest Davidsen, 60.) – Búi Egilsson (Betuel Hansen, 75.), Tróndur Jensen, Mikkel Elbæk Jakobsen, Jacob Trenskow – Petur Knudsen (Aron Kundsen, 46.), Klæmint A. Olsen
Gult kort: Pætur Hentze
Venjari: Allan K. Jepsen
Greipuvinnararnir vunnu fyrsta steypið Greipuvinnararnir vunnu fyrsta steypið
Hóast NSÍ legði seg framum, so var tað HB, sum vann stórsteypadystin
Jóannes Hansen
28. februar 2021 kl. 18:06
Mest lisið hesa vikuna
Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági
15. oktober kl. 07:54
Løgreglan ávarar: Haldið tykkum innandura í Hvalvík og Streymnesi
14. oktober kl. 20:57
Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði
14. oktober kl. 17:53
Hjólini eru farin út av vegkantinum
15. oktober kl. 14:22
Video: Filmur av illveðrinum í dag
14. oktober kl. 20:25
Beinir og Helena í føroyskum klæðum til galla hjá kongi
Í gjár kl. 21:59
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár
9 minuttir síðan
Tíðindi
Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu
41 minuttir síðan
Tíðindi
Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar
1 tími síðan
Tíðindi
Útvið 9 av 10 kvinnum taka av tilboð um bróstkrabbaskreening
1 tími síðan
Tíðindi
Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett
1 tími síðan
Tíðindi
Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur
2 tímar síðan
Fótbóltur
Birna var best í september
2 tímar síðan
Lesarabrøv
Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking
3 tímar síðan
Tíðindi
Sámal Petur vil hava Eyðdis at skjalprógva svar
3 tímar síðan
Tíðindi
Mjørki í dølunum og kavi á fjøllunum
3 tímar síðan
Tíðindi
Zelenskyj vitjar Stórtingið
4 tímar síðan
Lesarabrøv
Nú kanst tú gleða teg til eina skattarokning á 70 milliónir
4 tímar síðan