Altjóða svimjisambandið hevur nú kunngjørt nær innleiðandi umførini og finalan í 1500 metrar frí verður. Sjálv finalan verður á seinsta degnum av svimjustevnini í OL, meðan innleiðandi riðlarnir verða dagin fyri, skrivar svimjing.com.
Tað er í 1500 metrar frí svimjingini at Pál Joensen skal gera um seg í OL leikunum komandi summar í London. Altjóða svimjisambandið, FINA, hevur kunngjørt at innleiðandi umførini og finalan í 1500 metrar frí verða 3. og 4. august.
Innleiðandi riðlarnir byrja fríggjadagin 3. august klokkan 10:27 og enda á middegi. Tá verður greitt um Pál Joensen hevur megnað at vunnið seg í finaluna.
Sjálv finalan verður dagin eftir, leygardagin 4. august klokkan 19:36.