Fyrispurningur
Tórbjørn Jacobsen gjørdist ikki nógv klókari av at spyrja danska forsætisráðharran, hvat hann leggur í orðið ?ríkisfelagsskapur.? Svarið frá forsætisráðharranum, sum er skrivað í Løgmálaráðnum, vísur, at tað lekur millum teori og praksis, heldur Tórbjørn Jacobsen. Hann fer tí at seta løgmálaráðharranum ein nýggjan fyrispurning, har hann biður um eitt meira útgreinandi svar.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Tórbjørn Jacobsen vildi hava at vita, hvønn løgfrøðiligan týdning, forsætisráðharrin leggur í ríkisfelagsskapin. Eisini vildi hann hava at vita, nær føroyska, grønlendska og danska fólkið á demokratiskan hátt hava gjørt av at fara saman í ein felagsskap.<o:p></o:p>
Uppá seinna spurningin fær Tórbjørn Jacobsen eitt stutt og greitt svar: Hvørki danska, føroyska ella grønlendska fólkið hava á fólkaatkvøðum tikið avgerð um at ganga saman í ein ríkisfelagsskap.
Upp á fyrra spurningin sigur Løgmálaráðið, at danska ríkið sambært grundlógini er sett saman av trimum javnsettum pørtum: Danmark, Føroyum og Grønlandi.<o:p></o:p>
Løgmálaráðið leggur afturat, at ríkiseindin setur ávís mørk fyri, hvørji málsøki kunnu latast yvir til eitt heimastýri innanfyri karmarnar á ríkisfelagsskapinum.
Eitt nú kunnu føroyingar bara taka á seg málsøki, sum viðvíkja Føroyum ? ikki málsøki, sum viðvíkja Danmark og Grønlandi ella øllum ríkinum sum heild. Tað eru nøkur viðurskifti, sum viðvíkja øllum ríkinum, sum ikki kunnu latast føroyska heimastýrinum. Hettu eru viðurskifti sum Hægstirættur, ríkisborgaraviðurskifti og verju-, trygdar- og uttanríkispolitikkur. So leingi Føroyar eru partur av Ríkisfelagsskapinum, kunnu vit ikki yvirtaka hesi málsøkini.
Ósamsvar
Men júst her heldur Tórbjørn Jacobsen, at ósamsvar er í tí, sum Løgmálaráðið sigur.
- Tú kann ikki fyrst pástanda, at talan er um tríggjar javnbjóðis partar og so beint aftaná pástanda, at tað eru nøkur viðurskifti, sum vit ikki kunnu fáa ábyrgdina av í Føroyum, tí hesi ? harav nógv teirra viðvíkja Føroyum - skulu stýrast úr Keypmannahavn. Hvussu kanst tú tá pástanda, at talan er um tríggjar partar, sum allir eru javnt settir, spyr Tórbjørn Jacobsen.
Og hann noyðist ikki við at sleingja spurningin út í luftina. Hann vil hava eitt greiðari svar uppá spurningin, og í gjár setti hann tí løgmálaráðharranum enn ein fyrispurning um málið.<o:p></o:p>
Ì fyrispurninginum biður hann løgmálaráðharran, Lene Espersen, greiða frá, um hon heldur fast um pástandin, at talan er um tríggjar javnbjóðis partar í ríkisfelagsskapinum.<o:p></o:p>
Í viðmerkingunum vísur Tórbjørn Jacobsen millum annað á, at Føroyar og Grønland kunnu ikki umsita málsøki, sum liggja uttanfyri tey bæði londini. Men Danmark kann hinvegin umsita málsøki, sum viðvíkja bæði Føroyum og Grønlandi.
- Myndugleikarnir í Føroyum og Grønlandi fáa ikki so frægt sum innlit í avtalurnar, sum loyva USA og NATO at brúka Grønland og Føroyar í hernaðarligum høpi, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum hevur ilt við at síggja, at hetta er í tráð við pástandin um, at ríkið er ein eind við trimum javnbjóðis pørtum.
<o:p></o:p>
Tekniskt men neyðugt<o:p></o:p>
Tórbjørn Jacobsen viðgongur, at talan er um rættiliga tekninskar fyrispurningar. Men teir verða settir av prinsipiellum orsøkum fyri at fáa greiðu á, hvat danir veruliga leggja í ríkisfelagsskapin.
Hetta verða ikki seinastu fyrispurningarnir, sum koma at snúgva seg um hesi viðurskiftini. Higartil hevur hetta bara verið teoretiskt tos hjá nøkrum fáum fólkum, men Tórbjørn Jacobsen vil hava eina greiða útmelding frá stjórnini og Fólkatinginum. <o:p></o:p>