Greitt tap í Slovenia

HM: Føroysku kvinnurnar reistust í seinna hálvleiki og sluppu undan enn einum risa tapi.

Føroyska kvinnulandsliðið spældi í dag fjórða dystin í HM-undankappingini, har tær skuldu royna at fáa uppreisn eftir at hava verið fyri stórtapum í fyrstu trimum dystunum, nevniliga 8-0 ímóti Kekkia, 8-0 ímóti Íslandi og seinast 11-0 ímóti stórtjóðini, Týsklandi.


Dysturin í dag var á útivølli ímóti Slovenia, sum hevði tapt sínar báðar fyrstu dystir greitt ímóti Týsklandi og Kekkia. Tað vóru einans sjey minuttir farnir av dystinum í dag, tá ið Slovenia legði seg á odda 1-0. Málskjútti var Lara Prisnakar.


Næsta málið kom tá ið lítil hálvur tími var spældur, men so gekk eisini skjótt. Álopini regnaðu inn yvir høgru síðu, og tað var haðani, at øll fýra slovensku málini komu í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var nevnilia 4-0 til Slovenia.


Í seinna hálvleiki stóðu tær føroysku seg nógv betur. Tær hildu skipanina betur og vóru eisini lívligari. Hetta gjørdi tað truplari fyri Slovenia, sum tó fekk eitt mál afturat ímóti endanum. Slovenia vann harvið dystin 5-0.


Hetta var síðsti dystur hjá føroysku kvinnunum í 2017. Næsti dystur hjá Føroyum verður 9. apríl næsta ár. Tá kemur Ísland á vitjan.


Beinleiðis frásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum í dag, kann lesast niðanfyri hesi dystarhagtølini:


Slovenia – Føroyar 5-0 (4-0)

1-0: Lara Prisnakar, 7.

2-0: Sara Agrez, 29.

3-0: Lara Prisnakar, 36.

4-0: Spela Rozmaric, 41.

5-0: Lara Prisnakar, 87.


Føroyar: Anna S. Hansen – Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Arnborg Lervig, Ásla Johannesen (90. Rebekka F. Benbakoura) – Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen, Rannvá Andreasen (65. Laila Pætursdóttir) Ansy Sevdal, Heidi Sevdal – Milja R. Simonsen (46. Katrina Akursmørk)


93min.: Liðugt: Slovenia vann uppiborið 5-0, men hesin seinni hálvleikurin man hava verið tann besti, sum tær føroysku hava spælt í ár. Tað er vón fyri framman.


91min.: Føroyar fremja sína seinastu útskifting. Rebekka F. Benbakoura sleppur inn á vøllin seinastu løtuna. Hon avloysir Áslu Johannesen, ið hevur tuskað nógv hendan dystin.


90min.: Føroyar fáa frátikið eina sera lovandi álopsstøðu frá einum ov knøppum dómara. Ásla Johannesen rekur væl og roynir seg við langskoti, ið fer við síðuna av.


87min.: 5-0 til Slovenia! Eftir innlegg úr høgru síðu og eitt prik víðari er Lara Prisnakar, ið økir til 5-0 og harvið eisini hevur gjørt hattrikk.


78min.: Føroyar við einari skotroynd. Heidi Sevdal finnur systrina Ansy, sum roynir seg við einum langskoti. Tað fer upp um málið.


75min.: Føroyar standa væl í verjupartinum, og allar taka renningar fyri hvørja aðra.


65min.: Føroyar fremja sína aðru útskifting. Laila Pætursdóttir kemur inn, og Rannvá Andreasen fer út.


65min.: Føroyar spæla nú eisini fótbólt. Frálíkt at síggja.


60min.: Tær føroysku eru betur skipaðar og lívligari í seinna hálvleiki, og hetta ger tað truplari hjá slovensku vertunum.


51min.: Olga Kristina Hansen fær gult kort fyri takkling.


46min.: Heidi Sevdal er tætt við at fanga eina afturlegging.


46min.: Føroyar fremja eina útskifting. Katrina Akursmørk kemur inn ístaðin fyri Milju R. Simonsen. At síggja til fer hon á vinstra bakk, meðan Ásla Johannesen verður flutt fram á vinstra vong. Broytingar her vóru neyðugar, tí vinstra síða varð púra útstillað í fyrra hálvleiki.


Hálvleikur: 4-0 til Slovenia. Tað er einki at siga til. Tær hava verið greitt omaná, og tað er einans hendingaferð, at Føroyar eru komnar fram um miðjuna.


45min.: Ein minuttur er lagdur afturat. Lív F. Arge hevur fingið ein snudd, men sær út til at kunna halda fram.


41min.: 4-0 til Slovenia! Vælvaksni miðverjin, Spela Rozmaric, stútar eitt hornasparksinnlegg úr høgru í málið.


36min.: 3-0 til Slovenia! Uppskriftin er tann sama. Gjøgnumbrot í høgru síðu, innlegg og mál. Málskjútti hesaferð var aftur Lara Prisnakar.


35min.: Føroyar royna seg við einum álopi, men slovenska verjan er upp á pláss.


29min.: 2-0 til Slovenia! Eftir frísparksinnlegg úr høgru tveitir Sara Agrez seg niður við fremru stong og stýrir bóltin í mál til 2-0 til Slovenia.


18min.: Slovenia er greitt omaná, og tað er trýst á føroyska málið. Slovenia hevur havt fimm hornaspørk.


8min.: Hetta var fyrsta málið, sum Slovenia fekk í hesari HM-undankappingini.


7min.: 1-0 til Slovenia! So gekk ikki longur. Slovenia brýtur ígjøgnum í høgru, og Lara Prisnakar stútar bóltin í málið.


5min.: Slovenia er tætt við at fáa mál eftir hornasparksinnlegg, sum føroyski málverjin, Anna S. Hansen, missur beint frammanfyri málstrikuna. Føroyar rudda burt og Slovenia skjýtur við síðuna av.


2min.: Føroyar hava eyðsæð eitt verjukent útgangsstøði við fimm miðvallarum, har liðið eisini hevur lagt seg langt aftur á vøllin.


Undan dystinum: Dómarin í dag er úr Belgia, og hon eitur Irina Lyussina.


Føroyska byrjunaruppstillingin: Anna S. Hansen – Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Arnborg Lervig, Ásla Johannesen – Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen, Rannvá Andreasen, Ansy Sevdal, Heidi Sevdal – Milja R. Simonsen