Uppskotið um skattalætta hjá landsstýrismanninum við fíggjarmálum er ov ógreitt. Har eru ov nógvar ymiskar útmeldingar, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum.
Hann var teirra millum, sum landsstýrismaðurin hevði stevnt til fundar í Fíggjarmálaráðnum fríggjadagin í seinastu viku.
Starvsmannaformaðurin metir ikki, at nakað nýtt kom fram á tí fundinum. Har fekst einki at vita, sum hann ikki visti undan fundinum, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Tað tykjast vera nógvir leysir endar enn fyri at fáa politisku kabalina at ganga upp, heldur hann.
Hann sigur um uppskotið um skattalætta, sum fyriliggur, at tað fer at geva fleiri av limum Starvsmannafelagsins ein hampiligan skattalætta. Men tað vera eisini limir í felagnum, sum ikki fáa nakað serligt burturúr.
Hann metir, at uppskotið fer at verða broytt nakað, áðrenn tað verður lagt fyri tingið, so hann hevur hug at bíða eitt sindur enn, áðrenn hann vil geva tí nakran endaliga dóm.
Hann metir fundin á Argjum fríggjadagin sum eina roynd at kyrra fakfeløgini heldur enn nakran upplýsandi fund, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum heldur, at landsstýrismaðurin eigur at vera eitt sindur varin við skattalætta, um einki er at seta í staðin.
Landsstýrismaðurin segði á fundinum í Fíggjarmálararáðnum, at peningurin liggur best í lummanum hjá borgaranum, tí tá fer hann í stóran mun í umfar sum vaksandi virksemi í samfelagnum og kemur soleiðis aftur til landskassan.
?Tað kann ljóða skilagott at siga so, heldur formaðurin í Starvsmannafleagnum, men vísir í sama andadrátti á, at um tað ikki hendir, so er galið.
Skatturin er grundarlagið undir vælferðini, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Og verður skattainntøkan burtur, fer tað heilt greitt at ganga út yvir vælferðina. Og so verða tað fleiri, sum kenna sviðan heldur enn ágóðan av skattalættanum, metir hann.
Á fundinum í Fíggjarmálaráðnum hevði Gunnleivur Dalsgarð hvassliga at landsstýrismanninum, Bárði Nielsen, tá hesin fanst at pressuni fyri at hava vavt málið um skattalætta í ein ellibita, soleiðis at fólk púra hava misskilt tað.
Gunnleivr Dalsgarð metti hinvegin, at pressan júst hevði gjørt sítt arbeiði til lítar við at vísa á teir veikleikar, sum eru í uppskotinum.