Tað hava heilt nógv fólk í Gøtu vent sær til løgregluna um ófantalliga parkering í Syðrugøtu. Tað er sum vera man í sambandi við G! Festivalin, at nógv fólk eru í Gøtu, men tey hugsa seg ikki nóg væl um, hvussu tey parkera, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.
– Tey seta bilin so keðiliga fyri, at fólk í Gøtu eitt nú ikki sleppa út við bilinum hjá sær, sigur vaktleiðarin, sum samstundis heitir á fólk um at hugsa seg væl um hvussu tey parkera.
Hann minnir eisini á at nógv ferðsla fer í gjøgnum Syðrugøtu, har GFestivalurin er.
Og í sambandi við GFestivalin, so fekk ein persón bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.
Vakthavandi heldur, at talan meira var um ovfarakæti heldur enn herverk, men viðkomandi hevði skapað sær og tømt ein pulvursløkkjara, sum dálkaði fleiri bilar.