Greta og Benjamin spæla á mentanarkaféini

Tvey av okkara mest spennandi tónleikanøvnum standa fyri tónleikinum á mentanarkaféini í Norðurlandahúsinum í morgin.

Tá Útvarpi í morgin sendur frá mentanarcafé í Norðurlandahúsinum er eisini tónleikur á skránni. Greta Svabo Bech og Benjamin Petersen, eru tvey av føroysku tónleikanøvnunum, ið hava gjørt vart við seg uttan fyri Føroyar, men í morgin eru tey so á palli í Norðurlandahúsinum.

 

Mentanarkafé'in hesaferð fer m.a. at varpa ljós á film sum listagrein í Føroyum, og fer eitt panel at skifta orð um viðkomandi evni innan filmsframleiðslu.

Gestir í sendingini eru arkitekturin Ásbjørn Jacobsen og leikstjórin Sóley Danielsen, umframt Leif Sørensen, ið kemur at greiða frá um nýggjársmat.