Greytasleikur og Rannvá funnu saman aftur

Í vikuni hevur Norröna verið jólatúr í Newcastle við túsund ferðafólkum, og eitt tað seinasta, sum var á skránni á túrinum, varð seinnapartin í gjár skipað fyri einum lítlum jólatræshaldi fyri børnum umborð.

Har var eingin annar enn Greytasleikur møttur upp í fullum búna, og glaðu børnini sluppu at dansa um jólatræið við honum, umframt at eitt sindur av sangi og góðum tónleiki frá ROX sjálvandi eisini var á skránni.

Millum annað var talan um eina “re-union” millum Greytasleik og Rannvá Vesturklett, sum í síni tíð saman við Arinu Bischoff sang sangin “Koyr okkurt í mína hosu”, ið síðani hevur verið jólamanssangur burturav.

Hesin sangur var í jólaløtuni í Sjónvarpi Føroya í síni tíð, og í 1987 kom hann út á kasettubandinum, “Í jólahýri”, so nú Greytasleikur og Rannvá sungu hann aftur umborð á Norrönu, vóru júst 25 ár liðin síðani útgávuna.