Í 2015 fer Smyril Line at gera fleiri tematúrar. Kendasti tematúrurin er vælumtókti harmonikutúrurin, sum hevur mong ár á baki.
Sjavstúrurin er ein annar, sum eftirhondini eisini hevur nøkur ár á baki. Men, í 2015 fer Smyril Line eisini at gera aðrar forvitnisligar tematúrar, sum ikki eru gjørdir áður.
Hetta eru alt hugnaligir og forvitnisligir túrar, sum hvør á sín hátt hava ymiskar upplivingar við sær. Harmonikutúrurin og Sjavstúrurin eru nærmast vorðnir fólkaogn, um vit so kunnu siga.
Í árinum, sum fer, gjørdi Smyril Line sjey tematúrar, sum allir vóru útseldir.
Ein av nýggju tematúrunum hjá Smyril Line í 2015 verður ein sonevndur Griis-túrur. Hetta er ein heilt serligur túrur til Danmarkar, har dentur verður lagdur á Grease-undirhald, sum fer at runga umborð á Norrønu.
Tey, sum framførdu Grease-leikin í Norðurlandahúsinum, fara at syngja og framføra brot úr leikinum umborð á Norrønu, og hesin túrur verður í døgunum frá 5. mars til 9. mars.
Griis-túrurin vendir sær til ein breiðan hóp av føroyingum, og á Smyril Line eru tey rættiliga spent eftir at vita, hvussu undirtøkan fyri túrinum verður.
Á ferðini verður eitt nú skipað fyri Grease Pub Quiz, Grease Paradu, Grease fyrilestri, showi, dansi og øðrum.
Eisini fara sjónleikararnir úr sangleikinum at sýna fram umborð á Norrønu á ferðini, og sýningarnar verða ókeypis.
In.fo kann leggja aftrat, at tað er ein orsøk til, at navnið Grease í hesi greinini er stavað "Griis", men hetta er sum nevnt Grease-sangleikurin, ið talan er um.