Hallið á griksku fíggjarlógini næsta ár verður 8,5 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni. Tað er greitt, eftir at stjórnin samtykti fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 í gjárkvøldið. Á fíggjarlógini í ár er hallið 10,5 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni. Stjórnin fer at leggja uppskotið fyri tjóðartingið í dag.
8,5 prosent er nógv meiri enn mestamarkið, sum ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava sett sum treyt fyri at lata Grikkalandi hjálp. Markið hjá teimum er 7,6 prosent.
Samstundis hevur stjórnin í Athen kunngjørt, at hon er til reiðar at leggja 30.000 almenn arbeiðspláss niður. Fyrst fáa fólk minni løn í eitt ár, og so verða tey uppsøgd.